Hondbóltur

U17: Fingu flott stig móti Serbia

Ungu føroysku kvinnurnar høvdu serbisku favorittarnar á knøunum í fyrsta dystinum í bólki B í U17 EFH Championship í Georgia, og tað endaði við javnleiki.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2021-08-06 13:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir dystin varð málverjin kosin dagsins leikari hjá Serbia. Tað sigur ikki so lítið um dystin millum Føroyar og tí nakað størri hondbóltstjóðina av Balkan. Serbia var áðrenn dystin greiður favorittur, er styrkismett hægst í í bólki B, og tað er væntað, at Serbia og Niðurlond fara at spæla finalu í Tbilisi.

Føroyar vístu tó í dag, at tað skal nógv til at koppa landafrøðiliga minsta landinum í kappingini. Føroyska liðið hevði leiðisluna tvær ferðir í fyrra hálvleiki, men tað var serliga í seinna hálvleik, at Serbia veruliga merkti, at hetta fór at gerast heilt trupult, og eftir seinasta bríksl kundu tær í reyðum á ein hátt vera meira nøgdar enn tær í hvítum.

Tað var 12-14 í steðginum, men Føroyar byrjaðu greitt betri í 2. hálvleiki, og leingi lá tað ímillum +1 og +2 til liðið hjá Simon Olsen og Magna Thomsen, ið spældi klókt og væl.

Verjan var stinn, og í málinum hevði Silja Arngrímsdóttir Müller, sum til dagliga spælir við Haukar í Íslandi, nógvar góðar og týdningarmiklar bjargingar. Í álopspartinum gekk Maria Pálsdóttir Nólsoy á odda. Spælskiparin fekk av álvara sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá Neistanum fyrr í ár, og í dag skoraði Maria átta mál uppá níggju skot og varð kosin besti leikarin hjá Føroyum. Móti endanum skoraði Anna Sigrunardóttir Mikkelsen trý góð og týdningarmikil mál: Tvey við kraftmiklum gjøgnumbrotum og góðum skotum av høgra bakki, og einum dundurhøggið mitt fyri ið fór upp í málhornið.

Tað eydnaðist tíverri ikki hjá Føroyum at hála sigurin í land. Tað var sera spennandi móti endnaum. Serbia fekk javnvág í, tá fimm minuttir vóru eftir. Stutt seinni legði favoritturin seg á odda, men so svaraðu Føroyar aftur við at javna, og Silja og verjan gjørdu arbeiðið sera væl í tveimum teimum seinastu serbisku álopunum, Føroyar fingu ikki sett sítt seinasta álop heilt væl, og so endaði tað við javnleiki. 

26-26 móti Serbia má metast at vera sterkt frá føroysku U17-kvinnunum. Í síðsta mánaða bastu U19-kvinnurnar Niðurlondum í líknandi kapping, og harvið hevur føroyskur kvinnuhondbóltur á ungdómssíðuni higartil tvey heilt góð úrslit í summar.

Mánadagin klokkan tvey skal U17-liðið royna at basa Italia, ið er styrkismett beint omanfyri okkara. Eydnast tað at fáa stig har, so liggja Føroyar væl fyri at koma víðari til hálvfinalurnar. Estland er fjórða liðið í bólkinum, og tað sum verður mett at vera tað veikasta. Upprunaliga skuldu Føroyar spæla móti Estlandi í dag, men av tí at Ísrael trekti seg orsakað av koronu, varð dystarskráin broytt. Itlaia og Estlanda skulu dystast um eina løtu

U17 EFH Championship - 1. umfar í bólki B
06.08 - Tbilisi, Georgia

Føroyar - Serbia 26-26 (12-14)

Føroyskur toppskjútti: Maria Pálsdóttir Nólsoy 9 mál

Hópurin:

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Haukar
Simona Michelsen Kass, H71

Útileikarar:
Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe, H71
Lea Mohr, Neistin
Poula Fríðheim Petersen, H71
Bjørk Franksdtóttir Joensen, Neistin
Marita Fríða Magnadóttir Thomsen, StÍF
Eyðbjørg Kallsberg, StÍF
Karin Egholm, H71
Inga Maria Roysdóttir, H71
Karina Debes Heinesen, H71
Barbara Hammer, Kyndil
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Lukka Arge, Fredriksberg IF
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder