Hondbóltur

U17: Føroyar vunnu trygt á Finnlandi

11-máls sigurin hevur við sær, at føroyska liðið í morgin skal spæla um 5. plássið ímóti vertstjóðini, Georgia.

Jana Mittún gjørdist toppskjútti við sjey málum ímóti Finnlandi fyrrapartin (Mynd:17ehf.geohandball.ge)

Jana Mittún gjørdist toppskjútti við sjey málum ímóti Finnlandi fyrrapartin (Mynd:17ehf.geohandball.ge)

2019-08-10 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin hittust Føroyar og Finnland í Tbilisi. Vinnarin av hesum dystinum vann sær rættin at spæla um 5. plássi í EM-kappingini.

Føroyar vóru so nær við sum gjørligt at spæla seg víðari til hálvfinaluna. Fyrst spældu Føroyar javnleik ímóti Grikkalandi, har okkara mistu á stokkinum, og síðani javnleik ímóti Ukraina, sum ístaðin fór víðari. Í dag var tó eingin ivi: Føroyar vunnu 33-22 ímóti Finnland.

Tað vóru tó finnar, ið komu betri frá byrjan, men Føroyar javnaðu til 5-5, tá 10 minuttir vóru farnir, og hesa løtuna skoraði liðið hjá Dia Midjord fimm mál á rað. Eftir hetta hugdu Føroyar ongantíð afturum seg, og 8 mál var munurin í steðginum; við seinasta bríksl var hann 11 mál.

[object Object]
(Lea Mortensen Mørk varð kosin til besta leikara hjá Føroyum - Mynd: 17ehf.geohandball.ge)

Jana Mittún, sum í løtuni hevur næstflest mál í kappingini í Georgia, gjørdist toppskjútti í dystinum við sjey málum. Vinstri vongurin, Lea Mortensen Mørk, varð vald til dagsins leikara hjá Føroyum.

Í morgin klokkan 11.00 fellur avgerðin um 5. plássið. Tá spæla Føroyar ímóti georgisku vertunum, ið vunnu eftir brotsskastskapping ímóti Grikkalandi fyri lítlari løtu síðani,  

Føroyar - Finnland 33-22 (19-11)

Føroysku málskjúttarnir: 
Jana Mittún 7 
Elsa Egholm 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5
Lea Mortensen Mørk 4
Lív Bentsdóttir Zachariassen 3
Natasja Hammer 3
Vár Bentsdóttir Zachariassen 2
Brynhild Pálsdóttir 2
Rannvá Olsen 1
Sára Sigrunardóttir 1

Dagsins leikari hjá Føroyum: Lea Mortensen Mørk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder