Fótbóltur

U17 gentur: Málríkt í Litava

Hóast tvey tepur tap, stóðu føroysku genturnar seg væl í EM undankappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Litava.

(Mynd: Malena Josephsen)

(Mynd: Malena Josephsen)

2025-03-16 21:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: – Vit eru rættuliga skuffaðar eftir dystin móti Litava. Fyrri hálvleikur var góður, men megna tíverri ikki at koma út til seinna hálvleik við sama ágrýtni, og í staðin kemur Litava meir inn í dystin. Vit ætlaðu okkum heilt víst tey trý stigini, men stóðu eftir við ongum. Eisini iðra vit okkum um, at tað ikki eydnaðist at fáa meira burtur úr ímóti Írlandi. Men soleiðis er fótbóltur viðhvørt, og nú ræður um at taka tað góða við til næstu avbjóðing, sum er EM endaspælið í mai mánað.

Tað sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við gentum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM undankapping í Litava.

Fyrri dysturin, sum var ímóti Írlandi, gjørdist serligur og ógvuliga málríkur. Úrslitið gjørdist 6-4 til Írland, sum longu eftir 20 minuttir var á odda 3-0. Støðan bleiv eisini 4-1, men tá ein lítil tími var spældur stóð á jøvnum 4-4. Føroysku málskjúttarnir vóru Sara Benjaminsen, sum skoraði tvær ferðir, og Karla Sjóstein og Sigrið Hansdóttir.

Seinni dysturin var móti Litava, sum í allar seinastu sekundunum vann 4-3. Føroyar komu annars á odda 1-0 og 2-0 við málum frá Káru Sigurðsson og Saru Benjaminsen. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaðu litavar til 2-2, men tá fáir minuttir vóru eftir at spæla skoraði Kára Sigurðsson sítt annað mál, og legði Føroyar á odda 3-2.

Men tríggjar minuttir fyri leiklok stóð aftur á jøvnum, og tá seks minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina, floytaði dómarin fyri brotssparki til Litava, sum soleiðis endaði við at vinna 4-3 á Føroyum.

– Nú skulu vit fyrireika okkum væl til EM endaspælið, sum verður eitt heilt annað slag av mótstøðu. Vit fara sjálvandi at gera okkara allar besta, og vónandi koma nógvir áskoðarar at hjálpa til, tí tað fáa vit heilt sikkurt brúk fyri, sigur Eyðvør Jakobsen við heimsíðuna hjá FSF.

Umframt Føroyar sum vertstjóð, hava Spania, Frankaríki og Italia umvegis undankapping tryggjað sær pláss í EM endaspælinum.

Hvørji hini fýra londini verða, verður greitt næstu dagarnar. Úr bólki A4 verður tað annaðhvørt Pólland ella Sveis, í bólki A5 stendur kappingin ímillum Holland, England og Svøríki, og úr bólki A6 verður tað antin Portugal ella Noreg. Síðsta plássið í endaspælinum fer til Eysturríki, Danmark, Týskland ella Kosovo, sum eru londini í bólki A7.

EM endaspælið verður í Føroyum frá 4. til 17. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder