Talan er um ein langan føroyskan fótbóltsdag, og hann fekk eina fantastiska byrjan, tá U17 gentur settu hol á EM undankappingina í Litava við 2-1 sigri
Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.
Dysturin var móti Litava, og var tað liðskiparin Fríða Magnusardóttir Jakobsen, sum legði Føroyar á odda eftir hornaspark, tá 20 minuttir vóru spældir. Eftir hálvan tíma økti Eydna Dalheim Olsen til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan
- Føroyska yvirvágin var greið gjøgnum meginpartin av dystinum, og hóast Litava minkaði um munin út ímóti dystarenda, so hálaðu okkara gentur sigurin trygt í hús, skrivar FSF.
Mánamorgunin, 27. mars, spæla Føroyar móti Moldova. Fyri løtu síðani vann Grikkaland 5-0 á Moldova.
Føroyska liðuppstillingin og meira kunning um dystiná uefa.com
Fótbóltur
U17-genturnar byrjaðu undankappingina við at vinna á litavisku vertunum
Fríða Magnusardóttir Jakobsen og Eydna Dalheim Olsen skoraðu málini - bæði í fyrra hálvleiki - í 2-1 sigrinum..
Eydna Dalheim Olsen úr Víkingi og Fríða Magnusardóttir Jakobsen úr HB gjørdu føroysku málini (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
2023-03-24 16:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald