Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum var fyri stuttum í Estlandi til UEFA Menningarkapping, og nú eiga genturnar tørn.
Eftir langa ferð er hópurin saman við venjarum og hjálparfólki komin til høvuðsstaðnum í Hvítarusslandi. Ferðalagið kom uppá pláss mitt í nátt.
(Føroyska liðið til venjing í innandura høll í morgun - Mynd: FSF)
Umframt at spæla ímóti júst Hvítarusslandi, skulu føroysku genturnar eisini royna seg móti Aserbadjan og Kasakstan í kappingin. Tann fyrsti dysturin er á skránni á middegi í morgin lokala tíð - tað er klokkan 10.00 føroyska tíð. Tá spæla Føroyar móti Aserbadjan.
Til ber at stroyma tann dystin her
Fyrrverandi landsliðsleikarin, Øssur Hansen, er venjari hjá liðnum, og hann hevur brúkt tíð í dag at fyrireika liðið til fyrstu uppgávuna við millum annað venjing í morgun og taktiskum fundi seinni í dag.
(Landsliðsvenjarin Øssur Hansen - Mynd: FSF)
Hópurin:
Fridrikka Maria Clementsen, AB/B71
Judith Eilersdóttir Rasmussen, AB/B71
Eyðbjørg Reynslág, AB/B71
Rakul Berg í Soylu, AB/B71
Jasmin D. Mittún, B36
Birita P. Rasmussen, B36
Jórunn G. Justinussen, B36
Hanna Dahl Hansen, B36
Ester Ellingsgaard, HB
Sunniva Willemoes, HB
Sára P. á Líðarenda, Víkingur
Karin G. Áslaksdóttir, Víkingur
Bergljót Hansen, Víkingur
Nancy Einarson, TB
Jenny R. Petersen, ÍF
Kristina Nattestad, 07 Vestur
Malena Olsen, KÍ
Celia Qing Kofod Toxborg, HB Køge (DAN)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald