U17-landsliðið við kvinnum hava aftur í dag syrgt fyri einari frálíkari byrjan uppá dagin.
Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya, ið eins og fríggjadagin kann fegnast um ein sigur í EM-undankappingardysti. Tá vunnu Føroyar tepurt á litavisku vertunum - í dag var talan um stórsigur á Moldova.
Lea Tórarenni Johannesen úr HB og Eydna Dalheim Olsen úr Víkingi løgdu grundarlagið við málum við stuttum millumbili. Eydna skoraði eisini móti Litava.
(Mynd: Jan Djurhuus / FSF)
Føroyska spælið var sannførandi, og eftir steðgin var eingin ivi: Helga Mikkelsen úr NSÍ skoraði tvær ferðir, Súsanna Godtfred eitt mál og eitt sjálvmál.
Harvið hevur føroyska liðið, undir leiðslu av Eyðvør Jakobsen, veruliga víst seg fram í Litava. Hósdagin er síðsta uppgávan í undankappingini á skránni: Dystur um fyrsta plássið móti Grikkalandi.
Sum skilst kunnu Føroyar ikki koma til EM hesuferð, men úrslitini hava týdning fyri styrkismetingina og møguleikarnar næsta ár.
WU17 - undankapping
Litava, 27.03
Føroyar - Moldova 6-0 (2-0)
1-0 Lea Tórarenni Johannesen, 12’
2-0 Eydna Dalheim Olsen, 13’
3-0 Helga Mikkelsen, 55’
4-0 Súsanna L. Godtfred, 67’
5-0 sjálvmál, 71’
6-0 Helga Mikkelsen, 74’
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald