Síðst í hesum mánaðinum skal føroyska U17-landsliðið við kvinnum royna seg í EM-undankapping í Litava.
Seinastu tíðina hevur ein bruttohópur verið til venjingar, og nú er greitt, hvørjar átjan skulu umboða Føroyar í Vilnius, litaviska høvuðsstaðnum, í døgunum 22. til 31. mars.
Heimasíðan hjá Fótbóltssamband skrivar, at Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hesar 18:
Ingrid Berg Rasmussen, EBS/Skála
Jakobina Bergsdóttir, EBS/Skála
Maria Káradóttir, EBS/Skála
Súsanna Laksáfoss Godtfred, BSF (DK) - upprunaliga B36
Lea Tórarenni Johannesen, HB
Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Astrid Poula Mittfoss, HB
Borghild Debes Dánialsdóttir, HB
Anna Stórá Carlsen, Oure (DK) - upprunaliga HB
Vár Johannesen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Jonna Holm, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Dalheim Olsen, Víkingur
Hildigunn Steinhólm, Víkingur
Føroyar eru í bólki saman við Moldova og Grikkalandi, umframt vertstjóðini Litava.Føroysku genturnar spæla móti Litava 24. mars, móti Moldova 27. mars og enda móti Grikkalandi 30. mars, áðrenn leiðin gongur heim aftur.
Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari (Mynd: Fótbóltssamband Føroya/Hans Erik Danielsen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald