Christian Høgni Jacobsen tók við sum venjari hjá U16 og U17-dreingjalandsliðunum eftir Fróða Benjaminsen í fjør.
Hann hevur nú úttikið hópin hjá U17-landsliðnum, sum seinni í mánaðinum skal taka lut í UEFA menningarkapping á Malta.
Fótbóltssamband Føroya skrivar, at tríggir dystir eru á skránni, tá U17-landsliðið við dreingjum seinni í mánaðinum leggur leiðina til Malta. Umframt Malta og Føroyar, vera Gibraltar og Armenia eisini við í kappingini, sum verður spæld frá 24. februar til 1. mars.
Í hópinum er 18 spælarar. Allir, uttan ein, spæla til dagliga í Føroyum. Átta føroysk feløg eru umboðað - harav er Vìkingur greitt best umboðað við fimm spælarum.
Hópurin hjá Føroyum:
Dennis Anghel, B36
Samuel Ierulli, B36
Jákup Kristiansson Poulsen, B68
Tobias Bergkvist, B68
Magnus Pauli Thomsen, EB/Streymur
Mathias Eikhólm Andersen, EB/Streymur
Nóa Kristin Mortensen, FC Suðuroy
Tummas Joensen, FC Suðuroy
Hákun Rask Olsen, HB
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)
Dánjal Muller, KÍ
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Markus Danielsen, NSÍ
Dávid Jørginsson, Víkingur
Djóni Øre, Víkingur
Markus Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Nóa Klein Joensen, Víkingur
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Dystarskráin
24. feb. Gibraltar – Føroyar
26. feb. Føroyar – Armenia
1. mars Malta – Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald