Í døgunum 3.-12. november fer U17-fótbóltslandsliðið við gentum at spæla EM-undankapping í Slovakia, og Pauli Poulsen, venjari hevur nú sett nøvn á tær úttiknu til kappingina.
Landsliðið byrjar við einum venjingardysti mikudagin 3. november móti FC Nordsjælland í Danmark, á vegnum til Slovakia, og í undankappingini skulu tær spæla móti vertstjóðini mánadagin 8. november, og síðani móti Ísrael hósdagin 11. november, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.
Hópurin, sum er úttikin, er hesin:
Brynhild Janusardóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Anna K. Mikkelsen, Vildbjerg SF (DK)
Gunnvá Lútzen, Vildbjerg SF (DK)
Sólja Ernstdóttir, Skála
Katarina Mikkelsen, Skála
Jórun N. Patawary, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Fríða Jakobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Lea Tórarenni, HB
Teresa Jacobsen, HB
Borghild Debes Dánialsdóttir, HB
Helena Dahl Magnusardóttir, HB
Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Jonhild á Sondum, B68
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald