Hondbóltur

U17-landsliðið fær sín elddóp í dag

Ungu føroysku mennirnir skulu spæla ímóti Noregi og Spania í Göteborg í dag.

Myndin er tikin í samband við venjing hjá bruttohópinum (Mynd: HSF)

Myndin er tikin í samband við venjing hjá bruttohópinum (Mynd: HSF)

2019-07-01 07:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

European Open er kapping á høgum støði, og har skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum komandi dagarnar luttaka. Kappingin er í Göteborg í Svøríki.

Talan er um fyrstu ferð, at leikararnir, sum eru føddir í 2002 og seinni, skulu vera við í einari altjóða kapping. Hópurin hevur verið umrøddur sum sera evnaríkur og spennandi. Eitt serstakt við hesum aldursbólki er, at 14 av 16 leikarum ganga á hondbóltsakademiium í Danmark. 

Føroyar skulu spæla tveir dystir í dag og leggja hart út. Tann fyrri er fyrrapartin ímóti Noreg, og tann seinni er seinnapartin móti Spania. Talan er um tey á pappírinum sterkastu liðini í bólkinum, sum umframt hesi er mannaður av Ísrael Estlandi og Georgia.

Venjararnir, Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher, hava úttikið sekstan leikarar til spennandi uppgávuna.

European Open - fyrsti dagur:
11.00: Føroyar - Norra
16.15: Føroyar - Spania (FM 1 sigur beinleiðis frá hesum dystinum)

U17-landsliðshópurin
Málverjar:
Pauli Jacobsen, Skanderborg
Brandur Silvurstein, Skjern

Vinstri vongur:
Baldur Gillason, Skjern
Janus Dam Djurhuus, Skjern
Kristoffur Bjørgvin, Oure

Høgri vongur:
Bogi Hansen, Skjern
Hákun West av Teigum, Skanderborg

Vinstri bakkur:
Pauli Mittún, Skjern
Ovi Lutzen, Kyndil

Spæliskiparar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, Skanderborg
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Ikast/KFUM

Høgri bakkur:
Brian Slyne, Skjern
Sveinur Olafsson, H71

Strikuleikarar:
Ragnar Karlsson, Oure
Viktor Gaini, VIES
Sakir Tróndarson Frýdal, H71

 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder