Hondbóltur

U17-landsliðið hjá kvinnum úttikið

Liðið skal í fyrru hálvu av august spæla Euro Championship kapping í Georgia. Simon Olsen og Magni Thomsen, hava úttikið 16 leikarar til uppgávuna.

Føroyar eru í bólki við Estlandi, Italia, Serbia og Ísrael (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Føroyar eru í bólki við Estlandi, Italia, Serbia og Ísrael (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2021-07-23 20:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

U19-kvinnurnar hava fyri stuttum spælt Euro Championship kappinging í Norðurmakedónia, har tað akkurat ikki takt til heiðursmerki.

Í august skal U17-landsliðið royna seg í líknandi kapping í Georgia. Føroyar skulu í fyrstu syftu spæla fýra dystir í Tbilisi: Móti Estlandi, Italia, Serbia og Ísrael. Um tað eydnast at enda nummar eitt ella tvey í bólkinum er hálvfinala á skránni fríggjadagin 13. august. Um ikki, verða aðrir plaseringsdystir á skránni. 

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Magni Thomsen, hava valt hesar leikararnar til uppgávuna í Georgia: 

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Haukar
Simona Michelsen Kass, H71

Útileikarar:
Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe, H71
Poula Fríðheim Petersen, H71
Lea Mohr, Neistin
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Marita Fríða Magnadóttir Thomsen, StÍF
Eyðbjørg Kallsberg, StÍF
Karin Egholm, H71
Inga Maria Roysdóttir, H71
Karina Debes Heinesen, H71
Barbara Hammer, Kyndil
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Lukka Arge, Fredriksberg IF

Leiksskráin hjá Føroyum:
Fríggjadagin 6. august kl. 13.30 Føroyar – Estland
Mánadagin 9. august kl. 11.00 Italia – Føroyar
Týsdagin 10. august kl. 13.30 Føroyar – Serbia
Hósdagin 12. august kl. 11.00 Føroyar – Ísrael
Fríggjadagin 13. august plaseringsdystir
Sunnudagin 15. august plaseringsdystir

Yvirlit yvir kappingina sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder