Annað

U17 landsliðini í flogbólti áveg tll Ikast

U17 landsliðini fyri gentir og dreingir skulu frá mánadegnum 14. oktober til mikudagin 16. oktober luttaka í árligu U17 NEVZA kappingini. Seinastu árini hevur hendan kappingin verið hildin í Ikast í Danmark.

U17-gentur (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

U17-gentur (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2024-10-13 11:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ferðalagið við gentunum og dreingjunum fóru í morgun avstað við Atlantsflog til Keypmannahavn og koyra tey síðani við bussi til Ikast.

Genturnar byrja kl. 10 føroyska tíð í morgin ímóti Onglandi.

Kappingin hjá dreingjunum byrjar somuleiðis við dysti ímóti Onglandi. Føroysku dreingirnir byrja kl. 12 føroyska tíð.

Allir dystirnir verða vístir á sjónvarpsrásini hjá danska flogbóltssambandinum: danskvolleyball.tv. Talan er um eina gjaldsrás.

[object Object]
U17-dreingir (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder