Í hesum døgum eru bæði U17-landsliðini hjá Føroyum til stóra kapping í Ikast í Danmark.
Bæði føroysku dreingirnir og genturnar vunnu seg í gjár í fjórðingsfinalurnar í árligu NEVZA-kappingini í flogbólti eftir sigrar á Onglandi.
Úrslitini í bólkaspælinum:
U17 dreingir:
Ongland - Føroyar 2-3 (25-18, 21-25, 21-25, 25-21, 12-15)
Svøríki - Føroyar 3-0 (25-23, 26-24, 25-15)
U17 gentur:
Ongland - Føroyar 1-3 (15-25, 16-25, 25-15, 19-25)
Svøríki - Føroyar 3-1 (25-22, 25-23, 16-25, 25-15)
Flogbóltssambandið skrivar, at dreingirnir komu illa frá byrjan og taptu fyrsta settið 25-18 men svaraðu aftur við at vinna 25-21 í bæði øðrum og triðja setti. Ongland javnaði til 2-2 við 25-21 sigri í fjórða setti, men í javnbrótaranum vóru Føroyar stinnari og vunnu 15-12.
Dreingjaliðið, sum skal í eldin móti dønum klokkan 10 føroyska tíð (Mynd: FBF)
Síðan stóð Svøríki á skránni um beinleiðis pláss í hálvfinaluni, og tað var ikki uttan svørðsslag, at Svøríki stóð eftir sum 3-1 vinnari. Fyrstu tvey settini vóru rættiliga jøvn, har Svøríki vann 25-22 og 25-23, áðrenn Føroyar vunnu triðja sett 25-16. Í fjórða setti gjørdi Svøríki tó bart við at vinna 25-15.
Úrslitini hava við sær, at Føroyar møta Íslandi í fjórðingsfinaluni í morgun. Hendan byrjaði klokkan átta, og kann stroymast HER.
Vinnarin av fjórðingsfinaluni møtir Noregi í hálvfinaluni. Taparin møtir Onglandi í dysti, sum avger, hvør teirra skal spæla um 5. og 6. pláss, og hvør skal spæla um 7. og 8. pláss.
Fjórðingsfinalan kann stroymast nú á gjaldsrásini www.danskvolley.tv/en/home
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald