- Vit byrja hampuliga væl, men tað vísti seg skjótt, at Holland var ein ov stórur biti. Móti Kroatia spældu vit als ikki upp til okkara besta, og taptu greitt. Í síðsta dystinum eru vit væl við, og avrikið var gott. Men vit stóðu eftir við ongum, so tað var øgiliga skuffandi, at vit ikki fingu stig burturúr, tí tað høvdu vit heilt greitt uppiborið.
Soleiðis tekur Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingum, samanum um EM-undankappinga í Albania, sum Føroyar fyri kortum vóru við í.
Hetta var fyrsta kappingin hjá nýggja høvuðsvenjaranum og ein ógvuliga stór uppgáva.
Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 6-0 fyri Niðurlondum, og síðani varð føroyska liðið sett upp á pláss av kroatum, sum vann 7-0: Samanlagt 0-13 eftir tveir dystir og harvið nógv at bøta um.
Sum fsf.fo skrivar, so hilnaðist væl frægari móti albansku vertunum. Føroyska liðið hevði serliga tveir málmøguleikar. Endin var tó, at Albania vann 1-0.
– Alt í alt var hetta ein spennandi avbjóðing, og eg rokni eisini við, at hetta hevur ment okkara dreingir. Serliga dysturin móti Albania vísti teimum, hvat teir kunna, um teir arbeiða hart og hava dirvi at spæla, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald