Somu lið sum í kvøld bresta saman í finaluni um Løgmanssteypið, spældu í dag um Blaðberasteypið. Hetta eru eisini tey liðini, ið hava flest lið við í steypafinalunum í ár. HB er í 6 finalum, meðan Víkingur er í 4 finalum. Talan er um tvey jøvn lið, ið møttust í finaluni í dag. Hetta eru liðini sum liggja nummar eitt og tvey í landskappingini hjá U17. Tey hava spælt tríggjar innanhýsis dystir í ár, har liðini hava vunnið hvør sín dyst, og spælt ein javnan.
Dysturin byrjaði nokk so rótutur, og var merktur av fleiri steðgum í spælinum og deyðbóltum. Liðini spældu eisini nógv uppá deyðbóltarnar, ið allir blivu skotnir inn í málteigin. Teir fyrstu minuttirnar leikaði javnt á, og var spælið nógv aftur og fram, men sum fyrri hálvleikur leið, byrjaði Víkingur at seta seg á dystin. Lítla yvirvágin hjá Víkingi endaði eisini við einum málið, tá einsamalla málið í dystinum kom í 18. minutti. Málið kom eisini eftir ein deyðbólt, tá Páll Eirik Djurhuus skeyt horna væl inn fyri úr vinstru, sum Noah Mneney flott skallaði í netið. HB hevði trupult við at fáa sítt spæl at koyra í fyrra hálvleiki. Víkingarnir vóru øgiliga grammir, og trýstið hjá teimum virkaði væl, og sigast kann at tað var uppiborið, at teir fóru til hálvleik við eini eitt máls leiðslu.
HB kom betri út til seinna hálvleik, har teir vóru nógv grammari, og vunnu ofta bóltin høgt uppi á vøllinum. Eisini megnaði HB betri at halda uppá bóltin í seinna hálvleiki, har teir høvdu leikliga yvirvág. Tað komst kanska eisini av, at Víkingur legði seg longur aftur á vøllin, at verja leiðsluni teir høvdu, og tað megnaðu teir eisini væl. Tí hóast leikliga yvirvág til HB, so høvdu teir tað trupult, við at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. Sum hálvleikurin leið satsaði HB meir uppá at fáa útjavnandi málið, meðan Víkingur savnaðu seg um, at verja leiðsluna heim. Teir fluttu minni fólk fram, tá teir fóru í mótálop, og tað sama var galdandi tá teir høvdu deyðbóltar, har teir heldur ikki fluttu líka nógv fólk fram sum í fyrra hálvleiki. Teir síðstu 10 minuttirnar spældi HB við trimum í verjuni, tá liðskiparin Tórur Franksson Joensen varð fluttur fram. Hesa síðstu løtuna komu teir eisini til nakrar fínar møguleikar, men útjavnandi málið kom aldrin, og Víkingur kundi harvið lyfta Blaðberasteypið.
Steypafinalan hjá U17
Tórsvøllur, 21. september
Víkingur – HB 1-0
18’ 1-0 Noah Mneney
Víkingur
Martin Alvason Justinussen - Jónatan Lervig - Noah Mneney - Olaf Bárðarson - Pætur Sørensen - Bergur Jákupsson Poulsen - Aron Jarnskor Ellingsgaard - Ingolf Aron E. Tvørfoss - Signar á Brúnni - Páll Eirik Djurhuus - Pætur Árantsson
HB
Kristian Dam Petersen - Eivind Restorff Mouritsen - Oskar Mortensen Egholm - Suni Wardum - Pauli Magnussen - Ási Dam - Gilli Róason - Samuel Johansen Chukwudi - Tórur Franksson Joensen - Dánjal Nolsøe Leifsson - Øssur Hjalt Mohr
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald