U18 dreingir: Neistin vann á H71 í tættari og undirhaldandi finalu - Dánjal vann á Eliasi

Dánjal Ragnarsson og Elias á Skipagøtu kappaðust um at skora flest mál og avgera dystin. Dánjal endaði við 21 málum, Elias við 18, og Neistin avgjørdi finaluna í seinasta minutti.

Dánjal Ragnarsson var als ikki til at steðga í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Dánjal Ragnarsson var als ikki til at steðga í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-15 21:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og finalan hjá teimum elstu gentunum, gjørdist talan um nógv mál og unirhald og spennningur fyri teir mongu áskoðararnir í Stórhøllini. Nú vóru nógv Neistafólk komin í høllina, nógvir hoyvíkingar vóru framvegis har og tey settu lív í.

Les eisini: U18-gentur: Kyndil vann á H71 í frálíkari finalu

Tey uttanveltaðu fingu eisini sæð góðan álopshondbólt, ið tó kom mest frá tveimum ungum og sera evnaríkum monnum. 18-ára gamli Dànjal Ragnarsson var stóri profilurin hjá teimum bláklæddu, og 17-ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu hjá teimum svørtkløddu. Fyrr í dag varð hann deildur toppskjútti og kosin til dagsins leikari í mansfinaluni, ið H71 vann á Kyndli. Hann skoraði millum annað fimm mál á rað og átta samanlagt í 1. Hálvleiki, har hoyvíkingar fyri tað mesta vóru eitt ella tvey mál aftanfyri. Liðið hevur navnið H71 b; talan er um leikararnar úr yngra árganginum í U18 (2020), sum vunnu á Kyndli í hálvfinaluni. Á liðnum eru millum annað European Open-vinnararnir Ragnar Karlsson, Brian Slyne, Sveinur Olafsson, Janus Dam Djurhuus og Sakir Tróndarson Frýdal, Dánjal Ragnarsson, ið var nær við at skjóta Neistan í mansfinaluna, skoraði 11 mál í 1. Hálvleiki – eins nógv og í 2. Hálvfinaluni hjá teimum vaksnu í Hoyvík.

[object Object]

Elias var sera fegin eftir finalusigurin á Kyndil fyrr í dag

Nummar 8 hjá Neistanum og nummar 23 hjá H71 hildu fram við kappskjótingini í 2. hálvleiki. Summi av málunum vóru heilt framúr, og Elias “gandaði” í fyrru hálvu av 1. Hálvleiki, tá H71 fór nakað frá Neistanum, við millum annað nógvum standiskotum og serliga einum undirhondsskoti, ið fyrst fór ímillum beinini á verjuleikara og síðani á málverjanum. Júst málverjin, Rókur H. Joensen, helt Neistanum inni í dystinum við nøkrum stórbjargingum, og hann fekk fatur á tveimum skotum hjá Eliasi og steðgaði bløðingini nakað.

H71 var áðrenn tað í nøkrum førum fimm mál á odda, men fimm mál frá Neistanum gjørdi, at stórir spenningur kom í dystin seinastu minuttirnar. Dánjal fekk ein lítlan steðg, kom inn aftur og tók við har slepti. H71 var á odda 32-20, men so tók Dánjal sakina í egnar hendur og skoraði trý mál á rað. Ímillum tey rakti Elias yvirleggjaran við brotskasti og stongina við vinstru hond.

Harvið koppaði tað til Neistan, og so varð stórur fagnaður í bláu leguni. Dánjal Ragnarsson varð sjálvandi kosin til dagsins leikara – bakkurin skeyt 21 mál, ja 21. Elias á Skipagøtu noyddist hesaferð at taka til takkar við einum silvurheiðursmerki og 2. Plássi á samalað toppskjúttalistanum við 18 málum. Samanlagt skoraði hesir báðir úrmælingarnir harvið 39 av teimum 66 málunum – væl yvir helmingin.

Faxe Kondi kappingin - U18 dreingir
Stórhøllin á Hálsi - 15.02
H71 – Neistin 32-34 (16-15)
5. min: 1-1
10 min: 3-4
15 min: 5-7
20 min: 7-9
25 min: 10-12
35 min: 21-19
40 min: 24-21
45 min: 28-24
50 min: 29-27
55 min: 31-31

Toppskjúttar:
Dánjal Ragnarsson 21 mál, Elias Ellefsen á Skipagøtu 18 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder