2018-08-14 10:29

Føroyska U18 landsliðið í hondbólti vann í morgun 34-23 á Litava í EM-undankappingini. Føroyska liðið var betri allan dystin, og tá farið var til hálvleik vóru føroysku dreingirnir á odda 18-14.
Pauli Jacobsen, málverji, gjørdist dagsins maður, meðan Hákun av Teigum gjørdist toppskjútti við 7 málum.
Við sigrinum í dag liggja Føroyar á triðja plássið í sínum bólki við 4 stigum eftir 4 dystum. Fremst í bólkinum eru Makedonia og Sveis, meðan Føroyar liggja frammanfyri Luksemborg, Estland og Litava.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald