HSF: Við einum framúr 29-24 sigri á Serbia, hava U18-menninir tryggja sær at enda í topp 12 í EM-endaspælinum og gevur hetta samstundis atgongumerki til HM23 og EM24.
Dysturin byrjaði við óhugnaligari høgari leikferð og vóru 9 mál skotin longu eftir 5 minuttir. Tá var støðan 5-4 til Serbia. Føroyska liðið spældi seg til góðar málmøguleikar í nærum hvørjum álopi, men haltaði verjan nakað. Samskiftið riggaði ikki heilt og sluppu serbar ferð eftir ferð ígjøgnum miðverjuna ella strikan stóð leys. Hinvegin hevði Aleksandar Lacok í føroyska málinum ein góðan fyrra hálvleik. Hann hevði 5 bjargingar á rað tíðliga í dystinum, og gjørdi hetta at okkara komu fram um við tveimum 7-5 eftir 10 minuttir. Serbar komu tó uppá javnt 8-8 eftir 15 minuttir, tá okkara høvdu brent fleiri góðar møguleikar.
Í føroyska álopinum var tað toppskjúttin á EM-endaspælinum, ÓIi Mittún, sum gekk undan og skjeyt hann helvtina av okkara málum í fyrrahálvleiki, 7 í tali, harav fleiri vóru heilt spektakuler. Serbar royndu seg við mansverju av Óla í løtum, men megnaði okkara allíkavæl at spæla seg til góðar møguleikar.
Seinastu 10 minuttirnar av hálvleikinum vóru tað serbar, sum fyri tað mesta vóru frammanfyri við einum ella tveimum málum, meðan okkara runnu eftir. Verjurisin hjá Føroyum, Ísak Vedelsbøl, fekk sína aðru útvísing longu eftir 24 minuttir og merkti hetta, at hann til deils mátti sparast í verjupartinum restina av dystinum. Serbar vóru frammanfyri 15-14 í hálvleikinum.
Føroyingar fingu eina harða byrjan uppá seinna hálvleik og spældu í undirtali fyrstu 8 minuttirnar. Okkara hórðaðu tó undan og fylgdust liðini hesa løtuna. Dysturin tóktiskt tó at liggja til føroyingarnar. Verjan gjørdist betri og betri í leypi av hálvleikinum og stóð Aleksandar Lacok eisini væl. Tað gjørdi serbiski málverjin eisini um miðjan hálvleik og megnaðu okkara ikki rættiliga at draga frá. Hondbóltsspælið var ikki eins flott í seinna hálvleiki, sum í fyrra, men útviklaði dysturin seg til ein sannan arbeiðsdyst, har føroyingarnir vístu seg at vera sterkari.
Eftir 50 minuttir vóru okkara frammanfyri 22-21, og var tað ikki fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, at serbar knekkaðu og tóktust ørkymlaðir. Teir høvdu ilt við at koma ígjøgnum sterku, føroysku verjuna og aftanfyri stóð Aleksandar Lacok, sum ein seinasti skansi. Serbar royndu at mansverja Óla Mittún, men tá takkaðu Rókur Ziskason og Búi Poulsen bara fyri og lukkaðu dystin til 29-24 til Føroyar.
Dagsins leikarin fyri Føroyar var valdur Óli Mittún, sum eisini var toppskjútti við 13 málum. Aleksandar Lacok í málinum má eisini nevnast, hann hevði áleið 14 bjargingar í málinum.
Í morgin møta Føroyar Slovenia og kemur hesin dysturin at avgera, hvørt Føroyar verða nummar 1 ella 2 í bólkaspælinum í millumrunduni. Slovenia spældi í dag javnleik 25-25 móti Fraklandi.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 13
Ísak Vedelsbøl 4
Búi Poulsen 4
Tróndur Johnsson 3
Rókur Ziskason 3
Trúgvi Hávardsson 1
Rói Hjaltason 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald