Hondbóltur

U18: Neistin í báðum steypafinalunum

Neistin hevur spælt seg í finaluna hjá bæði gentum og dreingjum í Faxe Kondi-kappingini. Kyndil og StÍF vera mótstøðuliðini.

Neistin vann tíggju-máls sigur á seksfaldu steypavinnarunum í hálvfinaluni hjá Dreingir U18 
(Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

Neistin vann tíggju-máls sigur á seksfaldu steypavinnarunum í hálvfinaluni hjá Dreingir U18 (Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

2019-02-04 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Honfbóltssamband Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at um vikuskiftið varð greitt, hvørji lið skulu spæla Faxe Kondi-finalurnar hjá U18. Kyndil og Neistin hava vunnið seg í finaluna hjá gentum, og StÍF og Neistin hjá dreingjum.

Allar hálvfinalurnar vórðu leiktar leygardagin (02.02) Hjá gentum verður talan um eina reina havnarfinaluna, eftir at Kyndil vann greitt á Stjørnuni, og Neistin koppaði steypavinnarunum frá í fjør.

Hjá dreingum vann StÍF stórsigur á næstbesta liðnum hjá Neistanum, men A-liðið hjá teimum bláu úr Havn gjørdi eins og genturnar og vann á H71. Dreingirnir hjá Neistanum vunnu tryggan sigur. Hoyvíkingar hava vunnið steypakappingina hjá Dreingir U18 seinastu seks árini. 

Gentur U18:

Hálvfinala 1: Kyndil – Stjørnan 28-14
Hálvfinala 2: Neistin – H71 (Úrslitið ikki tøkt)

Dreingir U18:

Hálvfinala 1: StÍF – Neistin b 30-17
Hálvfinala 2: Neistin a – H71 26-16

Finalurnar verða leiktar 23. februar. U18 er tann elsta ungdómsdeildin.

Komandi vikuskiftið verða finaluliðini í øllum hinum ungdómsdeildunum funnin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder