Hondbóltur

U18 og U20: EM-lutakast í morgin

U20-menninir eru styrkismettir í næstovasta lagnum. Teir skulu spæla í Slovenia í juli. Endaspælið hjá U18-dreingjunum verður í Montenegro í august - Føroyar eru í potti 3 har.

Jákup Egholm skorar her eitt av sínum mongu málum móti Saudiarabia í U19 HM-endaspælinum í fjør. 17-ára gamli hoyvíkingurin er annars partur av tí árganginum, sum var til European Open í fjør og skal til U18 EM í august (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Jákup Egholm skorar her eitt av sínum mongu málum móti Saudiarabia í U19 HM-endaspælinum í fjør. 17-ára gamli hoyvíkingurin er annars partur av tí árganginum, sum var til European Open í fjør og skal til U18 EM í august (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-02-28 13:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, hósdagin 29. februar klokkan 14.00, verður lutakastið til EM-endaspølini hjá U18- og U20-monnum, sum eru á skránni seinni í ár. Áður hava EM-endaspølini hjá ungdóminum talt 16 lið, og er hetta fyrstu ferð at kappingin telur 24 lið.

EM-endaspælið hjá U20 verður leikt í tíðarskeiðnum 10. – 21. juli í Celje í Slovenia. Hesin árgangurin bleiv nummar 9 í U18 EM-endaspælinum í 2022 og nummar 8 í HM-endaspælinum í 2023.

Føroyar eru styrkismettar í potti 2 hjá U20. Liðini eru styrkismett í 4 løg, sum verða drigin í 6 bólkar á 4 lið.

Pottur 1: Spania, Svøríki, Týskland, Ungarn, Kroatia, Danmark
Pottur 2: Norra, Portugal, Slovenia, Føroyar, Ísland, Montenegro
Pottur 3: Serbia, Frakland, Pólland, Italia, Eysturríki/Kekkia/Norðmakedonia*
Pottur 4: Eysturríki/Kekkia/Norðmakedonia,* Ukraina, Ísrael, Sveis, Rumenia, Grikkaland.

*Tvey av hesum liðunum verða drigin í pott 3 og eitt í pott 4

Les meira: U20 EM: Føroyar í næstovasta styrkisbólki

EM-endaspælið hjá U18 verður leikt í tíðarskeiðnum 7. – 18. august í Podgorica í Montenegro. Føroyar eru styrkismettar í potti 3.

Pottur 1: Spania, Týskland, Svøríki, Kroatia, Danmark, Ísland
Pottur 2: Ungarn, Slovenia, Montenegro, Portugal, Noreg, Frakland
Pottur 3: Serbia, Føroyar, Pólland, Kekkia, Sveis, Eysturríki
Pottur 4: Grikkaland, Norðurmakedonia, Rumenia, Ísrael, Ukraina, Itali

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder