
Fróði Benjaminsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum hevur úttikið 18 spælarar til venjingarleguna, sum verður í Slovenia frá 1. til 9. september.
Venjingarlegan er fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Ungarn frá 10. til 19. november. Har eru Føroyar í bólki 2, saman við Ungarn, Fraklandi og Bulgaria, skrivar FSF.
Umframt venjingar eru eisini tríggir spennandi venjingardystir á skránni á venjingarleguni.
Ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 1. september og verður heima aftur týsdagin 9. september. 3. september møta dreingirnir Póllandi, 6. september er mótstøðulandið Aserbadjan, og 8. september verður dystur móti Slovenia.
Hópurin
Torkil Skála, AB
Tróndur Sjúðarsson, FC Suðuroy
Jósef Ólavsson, Víkingur
Jens Eiler Samsson, Víkingur
Silas B. Joensen, HB
Dávid P. á Líðarenda, Víkingur
Jákup Olsen, KÍ
Dennis Stefan Anghel Olaru, B36
Arnór Brandsson, Víkingur
Benadiktus Olsen, NSÍ
Djóni Sivertsen, B36
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, TB
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Bogi á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Dahl Djurhuus, TB
Páll Muller, KÍ
Sjúrður Henriksen, AB
Dánjal Mørkøre, Vejle BK (Danmark)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald