Fótbóltur

U19 fyrireikar seg eisini í Danmark

Føroyar skulu í morgin í eldin móti Fraklandi í fyrsta dystinum í EM-undankappingini í Danmark.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2019-11-12 11:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

A-landsliðið hjá monnum heldur í løtuni til á Amager, har liðið hevur venjingar fram ímóti seinastu dystunum í hesari undankappingini. Tann fyrri av teimum er móti Noreg, á Ullevaal leikvøllinum fríggjakvøldið.

Les eisini: Tvær føroyskar venjingar

Í Køge venja U19-dreingirnir. Teir komu til Danmarkar sunnudagin og vandu seinni sama dag. Í gjár og í morgun hevur liðið hjá Jógvan Martin Olsen eisini vant á leikvøllinum, har fyrsti dysturin í komandi undankapping verður leiktur í morgin.

[object Object]
(Mynd: FSF)

Tað er sera sterk mótstøða, ið bíðar føroyska U19-landsliðnum við dreingjum,sum byrjar móti mæta Fraklandi. Næsti dystur Í EM-undankappingini er móti donsku vertunum, eisini í Køge, og seinasti dystur er móti Finnlandi á Frederiksberg týsdagin. Vit verða við til dystin í morgin.

 

Hópurin:

Bjarti Vitalis Mørk, HB (AB)

Peter Bergman Hansen, OB (Danmark)

Andreas Jansson Thomsen, B36

Jóhann Hansson Joensen, B36

Børge Petersen, KÍ

Jonn Johannesen, KÍ

Símun Sólheim, HB

Dánjal Reginsson, HB

Tórur Franksson Joensen, HB

Ári Arge, OB (Danmark)

Leivur Fossdal Guttesen, SønderjyskE (Danmark)

Alexander Ólavsson Jensen, B68

Bárður Ólavsson Jensen, B68

Meinhard Debes Geyti, NSÍ

Gundur Ellingsgaard Petersen, ÍF

Noah Hans Mneney, Víkingur

Aron Jarnskor, Vìkingur

Elias El Moustage, Thisted (Danmark)

 


Skráin: 

Mikudagin 13. november, kl.14.30: Frakland – Føroyar (Køge Stadion)

Leygardagin 16. november, kl.18.00: Danmark – Føroyar, (Køge Stadion)

Týdagin 19. november, kl.14:00 Føroyar – Finnland (Frederiksberg Idrætspark)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder