2023-04-07 14:35
U19-landsliðið við gentum luttekur í hesum døgum í EM-undankapping í Armenia, og tað gjørdist til ein 4-2 sigur hjá føroysku gentunum í fyrra dystinum móti Malta í dag.
Tað var Malena Olsen, sum legði Føroyar á odda í 39. minutti. Malta javnaði í 59. minutti og legði seg síðani á odda í 76. minutti, men Føroyar komu skjótt fyri seg aftur.
Við tveimum málum í 81. og 84. minutti, togaði Lisa Haraldsen Føroyar fram um aftur á máltalvuni, og í 88. minutti slóg Anna Brændstrup føroyska sigurin fastan.
Mánadagin 10. apríl, annar páskadagur, skulu Føroyar hitta vertstjóðina, Armenia, skrivar Fótbóltssambandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald