Fótbóltur

U19-genturnar endaðu á triðja plássi

Føroyar vunnu ein dyst og taptu tveir - ein stórt - í Baltic Cup. - Avrikið og innsatsurin vóru góður, og sum heild eru vit nøgd við tað, sum vit sóu hesar dagarnar, sigur venjarin.

Føroysku genturnar fingu eitt bronsuheiðursmerki og ymiskan lærdóm við úr Baltic Cup (Mynd: fsf.fo)

Føroysku genturnar fingu eitt bronsuheiðursmerki og ymiskan lærdóm við úr Baltic Cup (Mynd: fsf.fo)

2024-09-17 16:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fyri okkara viðkomandi var hetta ein góð kapping, har vit royndu at trýsta mótstøðuliðini langt frammi á vøllinum. At tað so kostar í verjustøðu, er prísurin, sum vit mugu gjalda. Sjálvandi fara vit á vøllin fyri at vinna – tað gera vit altíð, líkamikið hvørjum vit møta – og tann hugburðin skulu vit altíð hava. Men tá tað er sagt, so er tað ikki altíð tað viktigasta.

Soleiðis tekur Sigtór Petersen samanum Baltic Cup í Estlandi í viðmerking til fsf.fo.. Hann er høvuðsvenjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í kappingini.

Føroyar spældu tveir tættar dystir og tapti ein stórt: Føroyar vunnu 1-0 á Litava við máli, sum Fríða Magnusardóttir Jakobsen skoraði. Síðani tapti føroyska liðið 1-0 fyri Lettlandi og at enda 5-0 fyri estisku vertunum.  

– Tapið fyri Estlandi var nógv merkt av møði. Fyri onkrar av gentunum var hetta triðji dysturin í fimm dagar, og tað sást aftur á vøllinum. Men avrikið og innsatsurin var góður, og sum heild eru vit nøgd við tað, sum vit sóu hesar dagarnar, sigur Sigtór Petersen.

Næst á skránni hjá U19 gentunum er EM-undankappingin, sum verður í Serbia frá 25. november til 4. desember. Føroyar eru í bólki 5 í deild A. Hetta saman við Serbia, Eysturríki og Kekkia, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

[object Object]
Mynd: fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder