Sum partur av fyrireikingunum til EM undankappingina í heyst, har Føroyar á fyrsta sinni skulu spæla við í A-deilduni hjá UEFA hava føroysku U19-kvinnurnar tveir vinardystir á skrá.
Mótstøðuliðið er Litava, og dystirnir verða spældir í Kaunas 22 og 24. september.
Tær úttiknu eru hesar:
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Súsanna Laksafoss Godtfred, B36
Marita Lisberg, EBS/Skála
Sólja Ernstdóttir, EBS/Skála
Teresa Jacobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Fríða M. Jakobsen, HB
Anna Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Jórun N. Patawary, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Agatha K. Djurhuus, TB/FCS/Royn
Rakul Sørensen, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Fríða Magnussen, Víkingur
Gunvá Lutzen, Vildbjerg (Danmark)
Eftir dystirnar hava føroysku U19-kvinnurnar tvær venjingar heima í Føroyum, áðrenn leiðin gongur til Belgia síðst í oktober, har EM-undankappingin verður spæld. Føroyar eru í bólki við Belgia, Írlandi og Hollandi.
Kelda: Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald