Hondbóltur

U20: Skulu í eldin móti sponsku evropameistarunum seinnapartin

Hjá ungu føroysku monnunum fer tað møguliga at snúgva seg um málúrttøku - annars um stig. Føroyar stríðast fyri at gerast ein av frægastu trý'arunum so til ber at koma til HM næsta ár.

Føroysku spælararnir hava síðstu tímarnir fyrireika seg til risastóru uppgávuna móti Spania. Tað skal helst eitt megnaravrik til, um ikki EM-kappingin skal enda sum eitt vónbrot (Mynd: HSF)

Føroysku spælararnir hava síðstu tímarnir fyrireika seg til risastóru uppgávuna móti Spania. Tað skal helst eitt megnaravrik til, um ikki EM-kappingin skal enda sum eitt vónbrot (Mynd: HSF)

2024-07-13 11:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ógvuliga nær við móti Fraklandi, men seinastu løtuna vóru fraklendingar omaná. Harvið eru føroyingar settir í eina trupula støðu hóast sigurin á Sveis í fyrsta umfari í bólkaspælinum.

Sí eisini: Føroyar nær viðat fella Frakland aftur

Minsta málið hjá okkara ungu monnum í Slovenia nú er at fáa møguleikan at spæla seg til HM-endspælið fyri U21-landslið næsta ár. Av tí at Føroyar taptu fyri Fraklandi, og at liðið sær út til at vera í "sterkaru hálvuni" í kappingini, so verður tað trupult.

Tað snýr seg um at koma víðari til eitt miðumfar, har play-off dystir síðani eru á skránni. EHF hevur gjørt eina heldur torgreidda, og partvíst lítið logiska kappingarskipan. Fýra trý'ar og fýra tvey'arar í bólkunum skulu spæla í hesum miðumfarinum, men tað er ikki víst, at talan er ikki um tríggjar teir bestu trý'ararnir.

Sum skilst, útfrá eurohandball.com og upplýsingum okkara frá HSF, so eru tað tveir teir fremstu trý'ararnir í bólkunum A-C og tveir teir fremstu trý'ararnir í bólkunum D-F, sum sleppa at spæla dystirnar um HM-pláss. Tað eru harvið ikki fýra teir bestu trý'ararnir samanlagt.

Harvið standa Føroyar í truplari støðu. Nógv bendir á, at Kroatia og Serbia vera hinir trý'ararnir í "okkara hálvu", og at Kroatia vinnur seg á trý stig. Í so fall kann tað gerast ein spurningur um málúrttøku millum Serbia og Føroyar. Har eru í løtuni seks mál á muni til okkara fyrimuns, men Serbia spælir móti Grikkalandi og Føroyar móti sponsku EM-favorittunum.

[object Object]
Frakland fer helst at vinna á Sveis og koma á 4 stig, meðan Kroatia og Serbia mest sannlíkt fara framum Føroyar í trý'ara roknskapinum. Tað kann tó nógv henda á seinasta bólkaspælsdegi í Slovenia (Mynd: eurohandball.com) 

Heilt sterk sponsk mótsstøða

Fyri at koma víðari í stríðnum um fremstu plássini í hesum EM-endaspælinum, skulu Føroyar í minsta lagi vinna á sponsku evropa- og heimsmeistarunum.

Talan er um eitt mótsstøðulið, sum ikki hevur tapt ein ungdómslandsdyst, og sum millum annað hevur spælara í hópinum við minuttum fyri Barcelona í Final Four í Champions League. Spania vann við tíggju málum móti Føroyum, tá árgangirnir hittust í EM-endaspælinum fyri tveimum árum síðani.

Portalurin frættir úr Slovenia, at føroyingarnir hava fyrireika seg so væl sum gjørligt síðani hóskvøldið. Man veit, at Spania kemur við einari rúgvu við dygdum, og at tað veður trupult at fáa eitt úrslit, ið setur Føroyar í eina góða støðu.

Teir fara so at royna, og hesir árgangirnir - umframt teir eldru - hava fyrr víst, at nógv ber til, ið man ikki heilt trúði fyri einari tíð síðani.

U20 EM-endaspæl, 3. og seinasta umfar í bólkaspælinum
Celje, Slovenia - Leygardagin 13.07
15.40: Føroyar – Spania

Dysturin kann stroymast HER - fyri eitt gjald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder