Fótbóltur

U21: 23 spælarar boðsendir til venjingarlegu

Eitt nýtt U21-landslið skal smeltast saman, áðrenn uppgávurnar av álvara fara í gongd í summar. 10 feløg verða umboðað á venjingarleguni, sum byrjar um eina viku.

Sámal Erik Hentze tók við sum U21-landsliðsvenjari í fjør. Bagge skal nú saman við Atla Gregersen standa á odda fyri einum heldur øðrvísi liði (Mynd: Sverri Egholm)

Sámal Erik Hentze tók við sum U21-landsliðsvenjari í fjør. Bagge skal nú saman við Atla Gregersen standa á odda fyri einum heldur øðrvísi liði (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-17 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir dystirnar í vikuskiftinum verður landsliðssteðgur, har A-landsliðið hevur sínar fyrstu tríggjar dystir í HM-undankappingini á skránni.

U21-landsliðið skal ikki í eldin í EM-undankappingini fyrrenn 8. juni, tá armenar koma hendan vegin, men Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen fara at nýta landsliðssteðgin til at hava venjingarlegu við "nýggja U21-landsliðnum". 

Leikarar sum Petur Knudsen, Jákup Biskopstø Andreasen og Daniel Johansen eru ov gamlir nú, og hesir tríggir vórðu ímillum teir, ið vórðu úttiknir til A-landsliðið mánadagin.

Samstundis sum Petur, Jákup og Daniel eru við A-landsliðnum á ferð, verða 23 spælarar á venjingarlegu í Havn. Venjingarlegan verður frá 24. til 27. mars, og ungu menninir skulu eisini spæla venjingardyst móti føroyskum felagi.

Í hópinum, sum varð kunngjørdur fyri løtu síðani, eru millum annað Stefan Radosavljevic, Lukas Giessing, og Magnus Holm Jacobsen, ið vóru fastir menn í farnu undankapping - Magnus var á A-landsliðnum í november - men so eru eisini heilt nýggj nøvn í U21-høpi. Flestu leikararnir eru føddir í 2000 ella 2001, sum eru teir elstu árgangirnir til komandi undankapping, men so eru eisini fleri "02'arar", umframt Samuel Chukwudi, ið er føddur í 2003 og so heilt unga Áka Samuelsen úr HB, ið ikki fyllur 17 fyrrenn um ein mánaða.

Áhugavert er, at øll liðini í Betrideildini uttan TB eru umboðaði, umframt at AB úr 1. deild er umboðað eisini. Andrias Edmundsson og Hanus Sørensen, ið til dagliga spæla í ávíkavist Spania og Danmark, eru ikki við til hesa venjingarleguna, men tað er helst eingin ivi um, at teir verða fastir partur av hópinum í komandi undankapping, um teir halda seg skaðafríar. Báðir spældu ein leiklut í farnu undankapping.

Hópurin

Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Dánial Danielsen, NSÍ
Bjarti Vitalis Mørk, HB

Verjuleikarar:
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Dann Fróðason, 07 Vestur
Børge Petersen, KÍ
Ári Arge, EB/Streymur
Noah Hans Mneney, Víkingur
Pætur Skipanes, NSÍ

Miðvallarar og kantar:

Ási P. Dam, HB
Stefan Radosavljevic, HB
Lukas Giessing, HB
Magnus Holm Jacobsen, B36
Gundur Ellingsgaard Petersen, ÍF
Elias El Moustage, EB/Streymur
Símun Sólheim, EB/Streymur
Ragnar Skála, AB
Geza David Turi, Víkingur
Ingi Jonhardsson, Víkingur

Áleyparar:
Jonn Johannessen, KÍ
Steffan Løkin, B68
Áki Debes Samuelsen, HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder