Fótbóltur

U21 endaði við góðum sigri

Liðskiparin Noah Mneney skoraði einasta málið á Tórsvølli, har Hvítarussland vitjaði í kvøld. Føroyar enda á 4. plássi við tíggju stigum fyri tíggju dystir.

Tað rakk ikki til stig hjá Noah Mneney og liðfeløgunum í kuldanum í Klaksvík fríggjadagin - tá skoraði Portugal til 2-1 í 87. minutti. Í dag skoraði miðvallarin, og Føroyar hildu nullið (Savnsmynd: Andrei Antal)

Tað rakk ikki til stig hjá Noah Mneney og liðfeløgunum í kuldanum í Klaksvík fríggjadagin - tá skoraði Portugal til 2-1 í 87. minutti. Í dag skoraði miðvallarin, og Føroyar hildu nullið (Savnsmynd: Andrei Antal)

2024-10-15 19:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar vunnu útidystin móti Hvítarusslandi og endurtóku í heimadystinum, sum varð bríkslaður av fyri løtu síðani. Harvið endaðu Eyðun Klakstein, Atli Gregersen, restina av toyminum og ungu føroysku menninir væl.

Tað var liðformaðurin Noah Mneney, sum tíggju minttuir fyri steðgin stýrdi góða innlegginum úr høgru frá HB-liðfelaganum Ása Dam í netið. Ein góður stútari og ein góður seinastu U21-dystir hjá Noah.

Teir allarflestu hava ikki aldur til næstu kapping, men Børge Petersen, Gullbrandur Øregaard, Ari í Haraldsstovu Petersen hinir hildu nullið í kvøld. Sum heild eitt føroyskt lið ið stríddist væl og spældi taktiskt væl.

Føroyar skaptu nakrar støður í 2. hálvleiki - serliga í mótálopum. Hvítarussar trýstu í løtum, men tað endaði 1-0.

Samanlagt tíggju stig í tíggju umførum og 4. pláss í bólki við seks liðum varð endaúrslitið. Júst tað sama sum undir Sámal Erik Hentze og Atla Gregersen, og eitt stig aftanfyri metið frá undankappingini 2009-2010, har Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham stjórnaðu liðnum.

Seinasta umfar í EM-undankappingini
Í morgin, týsdagin 15.10
Føroyar - Hvítarussland 1-0 (1-0)
36' Noah Mneney (Ási Dam) 1-0

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Ási Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson - Áki Debes Samuelsen, Emil Weihe Joensen, Noah Mneney, Olaf Bárðarson - Jørgen Nielsen

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Leivur Fossdal Guttesen og Aron Jarnsskor Ellingsgaard (57'), Beinir Nolsøe (82') og Gutti Dahl-Olsen (89')

Endaliga úrslitið í bólkinum - eftir 10. umfar:
1. Portugal 27 stig
2. Kroatia 22 stig
3. Grikkaland 17 stig
4. Føroyar 10 stig
5. Hvítarussland 6 stig
3. Andorra 3 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder