Hondbóltur

U21: Føroyar hava framvegis nógv at arbeiða við

Endaði við 31-23 tapi í HM-fyrireikingardysti í Íslandi. Serliga álopsspælið haltaði til tíðir.

Venjararnir Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen hava her tikið leikbrá, tí teir ikki eru nøgdir við gongdina (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Venjararnir Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen hava her tikið leikbrá, tí teir ikki eru nøgdir við gongdina (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2023-06-03 20:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið legði út sum eitt óløgi í Hafnarfirði í kvøld, har íslendingar tóku ímóti. Tað líktist tí, sum vit javnan síggja frá hesum árganginum: Skjótt, effektivt og gott álopsspæl í einari vælsmurdari maskinu og ein vælleikandi Pauli Jacobsen í málinum. Tað var 4-1 til Føroyar, tá beint yvir fýra minuttir vóru leiktir.

Skjótt kom tó stígur í, og verjuparturin var eisin svingandi. Tað fór at síggjast, at vanligi spælskiparin - og stjørnan - Elias Ellefsen á Skipagøtu vantaði á liðnum í dag. Óli Mittún hevur verið við hesum árgangunum í kappingum tvey tey seinastu árini, men er ikki við nú, og tað merkist kanska eisini nakað Í mun til Elias, so verður hann ikki við í Týsklandi. Janus Dam Djurhuus, ið vanliga er fyrstaval á vinstra vongi, gjørdist íslendskur meistari mikukvøldið og hevði fingið frí til hendan dystin.

Tað vóru tíðir í dystinum, har álopsspælið hjá okkara tyktiskt ógvuliga stirvið. Hetta serliga í eini 12 minuttir í fyrra hálvleiki, har bara tvey mál vórðu skotin, og eisini ein góðan part av seinna hálvleiki, har høgi íslendski málverjin eisini gav føroyingum høvuðbrýggj. Samanlagt høvdu íslendsku málverjarnir nógvar bjargingar, millum annað tá frí skot vóru, og heimaliðið fekk fleiri "løtt" kontramál.

[object Object]
Kristoffur Bjørgvin úr VÍF skorar her eitt av sínum trimum málum (Mynd: HSF)

[object Object]
Ísak Vedelsbøl skoraði seks ferðir av strikuni (Mynd: HSF)

Tað vóru eisini løtur, har tað sá gott út. Kristoffur Bjørgvin fekk nøkur góð mál av høgra bakki við høgra armi tíðliga og Brian Slyne tað sama seint í dystinum. Ísak Vedelsbøl spældi sín fyrsta veruliga landsdyst saman við hesum árgangunum, og 18-ára gamli strikuspælarin gjørdi vart við seg. Ársins stjørnuskot í føroyskum manshondbólti gjørdist føroyskur toppskjútt í kvøld við seks málum - millum annað fann Pauli Mittún hann væl nakrar ferðir - og vísti eisini styrki í støðum í verjupartinum.

Pauli Jacobsen hevði heilar 16 bjargingar í dystinum - so at siga allar í fyrra hálvleiki. 31 mál komu ímóti, og samanlagt vóru fleiri lýti í føroyska verjupartinum, ið annars byrjaði væl í báðum hálvleikunum.

Liðini hittast aftur í morgin kl. 17.30, føroyska tíð, og kann dysturin stroymast á youtube-síðuni hjá íslendska hondbóltssambandinum HSÍ.

U21 venjingardystir - fyrireiking til HM-endaspæl
Kaplakriki (Hafnarfjørður), 03.06
Ísland - Føroyar 31-23 (15-11)

Dystargongdin: 
5 min: 2-4
10 min: 4-5
15 min: 6-6
20 min: 8-7
25 min: 11-10

30.min: (15-11)

35 min: 16-14
40 min: 18-16
45 min: 23-17
50 min: 26-18
55 min: 29-21

Málskjúttar hjá Føroyum:
Ísak Vedelsbøl 6
Kristoffur Bjørgvin 3
Pauli Mittún 3
Baldur Gillason 3
Brian Slyne 3
Bogi Hansen 2(1)
Hákun West av Teigum 2(1)
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 16 bjargingar
Rói Borum Davidsen 3 bjargingar
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder