Fótbóltur

U21: HB vann annað árið á rað eftir brotssparkskapping

Skála spældi ein góðan dyst og vildi ikki leggja seg, men HB var stinnari og legði eitt steyp afturat savninum.

Í fjør lyfti HB steypið hjá U21 eftir brotssparkskapping, og hetta hendi aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør lyfti HB steypið hjá U21 eftir brotssparkskapping, og hetta hendi aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-20 23:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var talan um eitt stórt og nógv vinnandi felag úr høvuðsstaðnum, har liðið spælir í A-bólkinum, og har so at siga allir spæla steypafinalu á hvørjum øðrum móti felagnum av bygd, har liðið spælir í b-bólkinum, og har eingin hevur spælt steypafinalu fyri felagið fyrr.

Skála var tó stykt til dystin í dag av føstu leikarunum á besta liðnum og U21-landsliðsleikararunum, Ari Olsen og Janus Svabo Samuelsen, umframt leigusveinunum úr KÍ, Aksel Danielsen, og Andreas Egeberg Jacobsen ið sjálvdan spælir við U21. Ari spældi sum U14-leikari steypafinalu við Vìkingi, málverjin Martin Danielsen hevur spælt fyri NSÍ, og Aksel spældi í fjør við EB/Streymi. Annars var hetta fyrsta steypafinalan hjá øllum Skála-leikaraunum og tann fyrsta hjá Skála (undantikið EBS/Skála) í langa tíð. 

Í fjør var Aksel við í finaluni, har HB vann steypið eftir 120 sera spenanndi minuttir og síðani brotsspark. Sigursvandu ungu mennirnir hjá HB vóru tá omaná, og tað vóru teir á sama hátt í dag. HB var favorittur undan dystinum, men tó vóru færri royndir frá Betrideildini á liðnum. Nakrir leikarar hava fingið heilt fáar minuttir fyri HB, har Símun Sólheim er mest umkring liðið. Tormóður Petursson Djurhuus var í fyrru hálvu útleigaður til TB og spældi har 12 dystir.

Skála setti seg skjótt á spælið, meðan HB-liðið lá rímiliga djúpt og bíðaði. Tað vóru fáir málmøguleikar í 1. hálvleiki; tað fyrstu veriligu skotroyndina hevði Aksel, men hon fór omanfyri. Fyrstu ferð HB veruliga lá framvið, skoraðu teir reyðu og svørtu. Verjan hjá teimum í dag grákløddu avviklaðu ikki støðuna, og so var innskifti Gilli Róason til reiðar og prikaði bóltin í málið. Skála legði hetta afturum seg, og beint fyri hálvleik rakti Janus stongina við góðum frísparki, umframt at Skála hevði nakrar góðar støður.

Fyrra hálva av 2. hálvleiki fór fram uttan upplagdar málmøguleikar. Skála royndi tó at søkja at, meðan HB hevði eina góða støðu við 1-0 og dúgaði uppá umstillingar. Hetta var ógvuliga nær við at føra til 2-0: Fyrst við Petur Ova Dam, ið gjørdist fríur móti Martini men skeyt framvið, og síðandi hartarbeiðandi og sterka Villiam Emil Klein í tveimum førum. Í hinum endanum gjørdist Skála meira ágangandi, sum hálvleikurin leið, hóast Janus noyddist út. 

Tíggju minuttir fyri leiklok legði Andreas bóltin inn í brotsteigin hjá HB, og umvegis eitt HB-bein endaði hann hjá Akseli, ið stútaði bóltin væl í málið umvegis tværtræðið. Skála søkti meira eftir 2-1 málinum og sera vælleikandi liðformaðurin Karl Martin Johansen fekk ein púra frían stútara í samband við hornaspark, men tað eydnaðist ikki at avgera finaluna.

HB legði út sum eitt óløgi í longdu leiktíðini, og eftir einfaldar og skjótar sendingar legði vinstri bakkurin, Tórur F. Joensen bóltin sera væl inn í brotsteigin, har Gilli enn einaferð var runnin væl inn, og so var 2-1. Alexander Jovevic hevði skift nógv út ígjønum dystin, og hóast hetta kanska órógvaði rútmuna nakað í nøkrum førum, so helt tað nøkrum leikarum frískari, og tað sást hetta korterið. Ikki nógvar útskiftingar høvdu verið á Skála-liðnum, og orkan var ikki heilt har. Beint fyri steðgin sendi Ari tó eitt frálíkt inn í brotsteigin, har Aksel stútaði stutt framvið.   

Skála gav ikki upp, og fimm minuttir inn í 2. hálvleik eydnaðist tað hjá Karl Martini. Aftur eftir horna, har Mattias Lamhauge kom illa út, og miðverjin stútaði sítt lið á 2-2. Beint áðrenn og beint aftaná kom Ari, ið var fluttur longur fram, ígjøgnum í vinstru men vildi í báðum førum hava bóltin til høgra beinið, og so spurdist mál ikki burturúr. HB kom heilt tætt við at avgera finaluna, tá Villiam kom ígjøgnum í mótálopi og rakti stongina. HB hevði so sanniliga møguleikarnir, hóast liðið ikki hevði bóltin so nógv og spæli ikki var frálíkt.

Í brotssparkskappingini vístu teir reyðu og svørtu, at teir eru vanir at vera í slíkum støðum: Martin Danielsen megnaði at bjarga frá tvífalda málskjúttanum hjá HB, Aksel, ið varð kosin dagsins leikari, skoraði fyrsta brotssparkið hjá Skála, men annars misnýttu tríggir Skála-leikarar úr ellivu metrum. Í tveimum av teimum vísti Mattias styrki á strikuni og bjargaði,og tríggir HB-leikarar skoraðu trygt. Harvið endaði tað við, at HB endurvann steypið í einum sera spennandi dysti, ið varð leiktur í dýrdarveðrið og frammanfyri einari rúgvu av áskoðarum, ið livdu við.  

Steypafinalan hjá U21
Tórsvøllur, 20.09
HB - Skála 5-3 (eftir brotsspørk) 2-2 e.l.l  - 1-1 e.v.l
28' Gilli Róason 1-0
80' Aksel Bjartalíð Danielsen 1-1
91' Gilli Róason 2-1
110' Karl Martin Johansen 2-2

Brotsspørk: 
2-3 Aksel Bjartalíð Danielsen
3-3 Jógvan Petersen
Mattias Lamhauge bjargar skoti frá Djóna Jansson Petersen 
4-3 Símun Sólheim (br.)
Mattias Lamhauge bjargar skoti frá Andreas Egeberg Jacobsen
Martin Danielsen bjargar skoti frá Gilla Róason
5-3 Tórmóður Petursson Djurhuus (br.)

HB (4-4-2/4-2-3-1): Mattias Lamhauge - Dánjal Reginsson, Aksel Olsen, Regin í Geil Jacobsen, Tórur Franksson Joensen - Hanus Pauli Danielsen (L) (21' Gilli Róason), Símun Sólheim, Tormóður Petursson Djurhuus (58' Jógvan Petersen), Martin Hjaltalin Dam (44' Petur Ovi Hjaltalin Dam) *  - Villiam Emil Klein (30' Samuel Johansen Chukwundi), Brian Slyne (53' Villiam Emil Klein) **
* Martin avloysir beiggjan aftur í 72. minutti
** Býta um aftur frá byrjan í longdu leiktíðini
(Aðrar justeringar vórðu gjørdar í longdu leiktíðini) 

Skála (4-2-3-1): 
Martin Danielsen, Ari Olsen, Karl Martin Johansen (L), Aron Sørensen (106' Hanus Mikkelsen), Aksel Jacobsen (46' Rói Olsen) - Janus Svabo Samuelsen (74' Magnus Petersen), Djóni Jansson Petersen  - Poul Kallsberg (103' Jákup Anthoniussen), Teitur Poulsen (106' Dávid "Loritz" Danielsen), Andreas Egeberg Jacobsen (111' Janus Svabo Samuelsen) - Aksel Bjartalíð Danielsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder