Føroysku U21-dreingirnir skulu um stórar tveir tímar í eldin í Aalborg. Danmark kann spæla seg til EM við einum sigri og er stórfavorittur til dystin.
Les meira
Eli Hentze, ið er við aftur á síðulinjuni eftir leikbannið fríggjakvøldið, hevur saman við Hegga Samuelsen sett liðið.
Bartal Wardum noyddist út við skaða í lærkirkanum í javnleikinum móti Litava. Maðurin sum kom inn fyri hann í 1. hálvleiki, var Ólavur Niclassen, og klaksvíkingurin, ið gjørdi tað sera væl, er í dag við frá byrjan. Benjamin Heinesen, ið eisini varð skiftur inn fríggjakvøldið, byrjar ístaðin fyri toppskjúttan í Betri-deildini, Adrian Justinussen, ið ikki er tøkur til dystin í kvøld.
Føroyska liðið (4-3-3):
Karstin Hansen – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Ólavur Niclassen, Jóannes K. Danielsen – Betuel Hansen(L), Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen – Benjamin Heinesen, Jákup L. Thomsen, Meinhard E. Olsen
Fyrsta bríksl í Aalborg er klokkan 17.00 Danska sjónvarpsrásin “Kanal 5” vísir dystin, og byrjað verður at senda 16.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald