Fótbóltur

U21 hópurin móti Ukraina og Serbia úttikin

Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen hava úttikið 20 spælarar til dystirnar móti Ukraina og Serbia, sum vera á Tórsvølli og í Klaksvík 1. og 7. juni.

Atli Gregersen, hjálparvenjari á U21-landsliðnum (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

Atli Gregersen, hjálparvenjari á U21-landsliðnum (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2022-05-23 20:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska U21-landsliðið hevur tveir dystir eftir at spæla í verandi EM-undankapping. Og um úrslitini verða føroyingunum til vildar, er møguleiki framvegis fyri, at liðið kann spæla seg víðari til EM-endaspælið, sum verður í Rumenia og Georgia komandi ár.

Fyrri dysturin í hesum umfarinum verður á Tórsvølli týsdagin 1. juni klokkan 18:00, tá ukrainar koma á vitjan. Tá liðini hittust á Zaporizhzhya City Stadium í oktober í fjør, gjørdist úrslitið 1-0 til heimaliðið.

Seinasti dysturin í hesari undankappingini verður á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 7. juni klokkan 16:15. Og talan kann møguliga gerast um eina “finalu” um 2. plássið í bólkinum. Í løtuni er støðan nevniliga tann, at Ukraina hevur 13 stig, Serbia hevur 11, meðan Føroyar hava 9 stig.

Her skal tó leggjast afturat, at ukrainar hava spælt 6 dystir, meðan Føroyar og Serbia hava spælt 8. Tá føroyska liðið vitjaði á Stadion Karadjordje í november í fjør, endaði tað við málleysum javnleiki.

Sámal Erik Hentze er venjari hjá U21-landsliðnum, men fyrrapartin mánadagin var tað hjálparvenjarin, Atli Gregersen, ið kunngjørdi teir 20, ið eru boðsendir til komandi uppgavur.

Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn
Samuel Johansen Chukwudi, R. U. Saint-Gilloise (Belgia)
Áki Johannesen, B68 Toftir
Elias Rusborg, Hvidovra IF (Danmark)
Meinhard Geyti, NSÍ Runavík
Pætur Skipanes, NSÍ Runavík
Jóhan Joensen, EB/Streymur
Noah Hans Mneney, Víkingur
Magnus Holm Jacobsen, B36 Tórshavn
Ragnar Skála, AB Argir
Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Símun Sólheim, B36 Tórshavn
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Lukas Giessing, Nykøbing FC (Danmark)
Poul Kallsberg, Skála
Steffan Løkin, B68 Toftir
Olaf Bárðarson, Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder