Hondbóltur

U21-landsliðið er á veg víðari

Men talan er um ein tættan dyst móti Brasil, sum Føroyar ikki fáa skrætt seg leysar av. Trý mál skilja liðini í steðginum - tøl síggjast her.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skorað seks mál fyri steðgin, men hann og liðfelagirnir hava havt ymiskar avbjóðingar (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skorað seks mál fyri steðgin, men hann og liðfelagirnir hava havt ymiskar avbjóðingar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-25 17:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hannover, Týskland (Portalurin) - Ein sigur her í kvøld sendir Føroyar í eina HM-fjórðingsfinalu, og hesin týdningurin merkist eitt sindur á føroyska liðnum.

Hóast fáar tekniskar villur og 16 mál, so hevur føroyska spælið ikki verið flótandi og flott, eins og til dømis í fyrra hálvleiki móti Spania. Føroyska liðið hevur brent nakrar stórar møguleikar, og nøkur skot eru tikin, sum helst ikki burdi verið tað. 

Serliga hevur tað verið Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið hevur havt nøkur slík, og ótrúliga nógv hongur á spælskiparanum - helst ov nógv í dag, m.a. tí næstan eingin onnur mál koma úr bakketuni. 

[object Object]
Hákun West av Teigum hevur skorað uppá seks út av teimum sjey skotinum, sum hann hevur skotið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
 Venjararnir hava okkurt at hyggja uppá í steðginum (Mynd: Sverri Egholm)

Brasilianska verjan stendur fløt og rímiliga stinn. Í hinum endanum hava Føroyar í løtum havt heilt gott tak á, men í nøkrum førum koma spælararnir ov seint út at møta, tá teir stóru í gulum og bláum og gulum ætla sær skjóta. Eisini hevur verið torført at tálma stóra Monta da Silva, ið eisini hevur gjørt um seg á A-landsliðnum.

Føroyar hava tó leiðsluna, og hetta vísir eisini ávísa styrki. Nú snýr tað seg um at hugsavna seg um at avgreiða støðurnar væl eftir steðgin - so hava U21-menninir skriva føroyska hondbólts- og ítróttarsøgu.

U21 HM høvuðsumfari - bólkur II
Hannover - í dag 25. juni

Føroyar - Brasil (16-13)

Portugal - Spania 33-31 (19-20)

Les eisini: Sigur á Brasil merkir pláss í HM-fjórðingsfinalu

Støðan í bólkinum:
Portugal 4 stig (Ein dyst fleiri)
Føroyar 2 stig
Spania 0 stig (Ein dyst fleiri)
Brasil 0 stig 

Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 6-6
15 min: 8-8
20 min: 11-9
25 min: 13-11

Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6 (1)
Hákun West av Teigum 6
Ísak Vedelsbøl 2
Kristoffur Bjørgvin 1
Janus Dam Djurhuus 1

Skoteffetktivitetur (mál/skot): 16/24 = 66 prosent

Upplegg:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4
Kristoffur Bjørgvin 2
Janus Dam Djurhuus 1
Sveinur Olafsson 1
Pauli Mittún 1
Pauli Jacobsen 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 9/23 = 39 prosent

Tekniskar villur:
Føroyar: 3
Brasil: 5

Útvísingar:
Føroyar: 1
Brasil: 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder