Hondbóltur

Sigur á Brasil merkir pláss í HM-fjórðingsfinalu

Hetta er greitt, eftir at Spania júst hevur tapt fyri grannunum. Um Føroyar liva upp til favorittleiklutin móti Brasil, so skulu vit til Berlin at spæla um tey stuttligu plássini.

Stórur fagnaður á teimum í portugisisku leguni eftir 33-31 sigurin á sponsku evropameistarunum. Úrslitið var heldur ikki so galið fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur fagnaður á teimum í portugisisku leguni eftir 33-31 sigurin á sponsku evropameistarunum. Úrslitið var heldur ikki so galið fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-25 16:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hannover, Týskland (Portalurin) - Føroyar hava higartil vunnið sínar dystir, og ungu føroysku menninir hava sjálvir tryggjað best gjørliga útgangsstøði til hetta umfarið í HM-endaspælinum.

Nú hava Føroyar fingið eina hjálpandi hond. Eins og Føroyar, hevði Portugal tvey stig víðari úr innleiðandi bólkinum. Spania tapti fyri Føroyum og hevði harvið einki stig við víðari. Í fyrsta dystinum í høvuðsumfarinum taptu teir fyri Portugal, og tað merkir, at evropameistarnir einki kunnu avgerða í mun til víðari luttøku.

Tað kunnu føroyingarnir tó av álvara, og plássið í fjórðingsfinaluni kann longu koma uppá pláss í kvøld. Kravið er ein sigur á Brasil, sum okkara eru stórfavorittar ímóti á pappírinum. Tað er bert, um Føroyar tapa báðar dystirnar í umfarinum, at tað gongur galið.

[object Object]

[object Object]Portugisiskur stórfagnaður...

[object Object]
...og spanskt vónbrot (Myndir: Sverri Egholm)

[object Object]
Endaliga støðan (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Føroyska venjaratoymið veit, hvat úrslitið merkir fyri víðari møguleikarnir (Mynd: Sverri Egholm)

Portugal fekk hevnd fyri tapið í EM-finaluni í fjør, tá liðini fyri lítlari løtu spældu her í Swiss Life Hall í Hannover. Spania spældi annars væl í fyrra hálvleiki og var á odda í steðginum. Síðani kom tó stígur í, Portugal hevði tó ikki trupulleikar við at koma til møguleikar og helt eisini høvdið kalt seinastu løtuna, tá tað gjørdist heilt spennandi.

Dysturin millum Føroyar og Brasil byrjar klokkan 17. Hann kann síggjast í Kringvarpinum -  vit hava ymiskt tilfar frá honum.

U21 HM høvuðsumfari - bólkur II
Hannover - í dag 25. juni

Portugal - Spania 33-31 (19-20)

17.00: Brasil - Føroyar

Støðan í bólkinum:
Portugal 4 stig (Ein dyst fleiri)
Føroyar 2 stig
Spania 0 stig (Ein dyst fleiri)
Brasil 0 stig 

Sí eisini: 
Byrja í Brasil í kvøld
Systkinabørnini saman: - Hetta er nakað heilt serligt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder