Hannover, Týskland (Portalurin) - Um heilt væl vil til, so kann føroyska U21-landsliðið hava spælt seg víðari til HM-fjórðingsfinalurnar, tá klokkan er farin at nærkast 20 lokala tíð. Tað sum skal til er, at Portugal fyrst fær stig móti Spania, og at Føroyar síðani vinna á Brasil.
Fyri føroyska liðið snýr tað seg tó um at hugsavna seg um egna uppgávu, og at spæla dystin móti suðuramerikanska liðnum á best gjørligan hátt. Hvat so enn hendir í dystinum beint áðrenn, Portugal-Spania byrjar 14.45, so skulu Føroyar vinna. Man er í favorittleiklutinum. Sambært stóru veddingarfyritøkunum eru føroyingarnir risafavorittar til fyrsta dystin í høvuðsumfarinum.
Sí eisini: Nú snýr tað seg um høvuðsumfarið í Hannover
Nógvir føroyskir fjepparar eru eisini í Týsklandi, og kunnu tey eisini gera sín mun (Mynd: Sverri Egholm)
Í føroysku leguni eru teir púra greiðir yvir, at fyri at fáa tvey stig snýr tað seg um at gera síni ting rætt. Uppaftur meira ferð verður helst á álopsspælinum, og heldur flata brasilianska 6-0 verjan skal trýstast. 7 móti 6 verður mest sannlíkt ikki nýtt allan dystin. Í hinum endanum eru tað aftur bjargingar frá Paula Jacobsen og eitt støðufesti frá miðjuni og úteftir, ið helst vera lyklarnir.
Hugo Monta da Silva í bakketuni er ein av vandamiklu vápnunum hjá Brasil. Hann var eisini við A-landsliðnum til HM-endaspælið í fjør. Hann skal helst tálmast og ikki fáa ov løtt skot.
Lutfalsliga nógvir føroyskir áskoðarar eru í Hannover, og fara tey yvir 50 allarhelst at seta sín serliga dám á í Swiss Life Hall. Dysturin kann síggjast í Kringvaprinum. Portalurin verður á staðnum og hevur ymiskt tilfar.
U21 HM høvuðsumfari - bólkur II
Hannover - í dag 25. juni
17.00: Brasil - Føroyar
(14.45: Portugal - Spania)
Sí eisini:
Systkinabørnini saman: - Hetta er nakað heilt serligt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald