Magdeburg, Týskland (Portalurin) - Í dag er tað hvílidagur og ferðadagur hjá føroyska U21-landsliðnum. Tað snýr seg partvíst um at fáa armanar niður, partvíst um at koma væl uppá pláss í Hannover - har okkara næsti bólkur verður spældur - og síðani tað sum Sveinur Olafsson setti orð á í samrøðu gjárkvøldið: At sova væl og leingi, eta rætt og fáa nóg mikið av vætu fram ímóti uppgávunum í høvuðsumfarinum.
Tað snýr seg um fyrst Brasil og síðani Portugal, og hetta hugdu Sveinur, Pauli Mittún, Ísak Vedelsbøl og hinir longu fram ímóti í samrøðunum í gjár. Minst annar av dystinum skal vinnast. Vegna sigurin á Spania í gjárkvøldið eru Føroyar í betri støðu, enn man annars hevði verið, tí man hevur tvey stig við víðari.
Video eftir sigurin á Spania:
Julian Johansen: Dreingirnir gjørdu nakað heilt ótrúliga serligt í dag
Pauli Jacobsen: Tað er øgiliga surrealistiskt
Elias Ellefsen á Skipagøtu: Ein tann besti hálvleikurin vit nakrantíð hava spælt
Fyrra uppgávan í Hannover er móti Brasil, og er tann dysturin klokkan 17 sunnudagin. Brasilumenn hava ymiskar styrkir, men tað fer at vera ein dystur, har Føroyar eru favorittar. Undan tí dystinum spæla Spania og Portugal. Í mun til víðari luttøku til fjórðingsfinaluna - tvey lið úr høvuðsumfarinum koma víðari - so skulu føroyingar vóna, at Portugal vinnur.
Í so fall geva tvey stig móti Brasil atgongd til fjórðingsfinalurnar, tí Føroyar hava tvey stig við víðari orsakað av sigrinum á Spania. Um hetta roknistykkið ikki gongur upp í morgin, so verður alt avgjørt mánadagin tá Portugal, ið tapti EM-finaluna fyri Spania í fjør, er á skránni.
Nógv at fegnast um hjá føroysku áskoðarunum í Magdeburg í gjárkvøldið...(Mynd: Sverri Egholm)
Eisini hjá venjaratoyminum, ið nú skal hugsavna seg um hvíld og fyrireiking til uppgávuna móti Brasil í annaðkvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Ísak Vedelsbøl spældi ein framúr dyst í gjárkvøldið. Strikuspælarin skoraði átta ferðir móti Spania, og hann og liðfelagirnir ferðast seinni í dag til Hannover - tað verður ikki flúgvandi men við bussi (Mynd: Sverri Egholm)
Í dag er tað fyrst ferðing og síðani restutuión/styrkivenjing fyri nakrar spælarar í kvøld, meðan aðrir skulu venja eitt sindur harðari og fáa metrar í beinini, umframt nøkur skot. Hetta verður í Swiss Life høllini í Hannover, har Føroyar skulu spæla sínar dystir í høvuðsumfarinum.
Portalurin verður við í Hannover.
Høvuðsumfarið - bólkur II
Hannover - í morgin 25. juni
14.45: Portugal - Spania
17.00: Brasil - Føroyar
Mánadagin 26. juni
14.45: Føroyar - Portugal
17.00: Spania - Brasil
Portugal 2 stig - stig við víðari vegna fyrsta plássið í innleiðandi bólkaspælinum
Føroyar 2 stig - stig við víðari vegna fyrsta plássið í innleiðandi bólkaspælinum
Spania 0 stig
Brasil 0 stig
(Tvey tey ovastu liðini koma víðari til fjórðingsfinalurnar)
Sí meira tilfar frá í gjár:
Sigur á Spania og tvey stig við víðari
Sigraðu á einum av størstu HM-favorittunum
Myndir: Føroyar - Japan
Video: Ikki ein ómøgulig uppgáva - vónir um heiðursmerki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald