Fyrri hálvleikur var framúr góður - helst tað allarbesta sum hesin árgangurin nakrantíð hevur spælt fyri: Hetta tá hugsað verður um mótstøðu, týdning av dysti og vakurleika/effektiviteti í spælinum.
Føroyar spældu 7 ímóti 6, og tað var ein ógvuliga góð loysn. Tað var ikki fyrrenn nakað inn í seinna hálvleik, at spaniólar fingu bilbukt við føroyska yvirtalsspælið, sum Elias Ellefsen á Skipagøtu meistarliga stýrdi. Spanski A-landsliðvenjarin Jordi Ribera sást forfardur stutt fyri hálvleik, tá munurin lá um tíggju mál, og hann og spanska toymið høvdu álvarsamar anlitskeipur eftir dystin. Allarflestu áskoðarnir í høllini hildu tó við Føroyum, og teir tyktust bergtiknir.
Les eisini:
Sigur á Spania og tvey stig víðari
Føroyar fara at leypa á við sjey frá byrjan
Hóast tað var alt annað en pent seinastu tjúgu minitturnar, tá Spania minkaði um munin við átta málum, so fingu føroyingar ein "stóran" sigur undir land móti spaniólum. Teir allarflestu í hesum hópinum gjørdust evropameistarar fyri U20-lið í Portugal í fjør, tá Føroyar endaðu á tíggjunda plássi.
Sambært veddingarfyritøkunum var Spania ein av størstu favorittunum at vinna HM-endaspælið. Hjá Danske Spil var liðið beint undir týsku vertunum, og gav pengarnar 2,50 ferðir aftur. Føroyar vóru á sætta plássi við odds 16.00. Eisini hjá Bet365 var Spania í topp-trý.
Undan júst hesum dystinum var Spania stórfavorittur, men Føroyar gjørdu hetta til skammar við at vinna dystin, bólkin og fáa tvey stig við sær víðari.
HM-endaspæl fyri U21-landslið - Bólkur D
Í dag, fríggjadagin 23. juni í GETEC Arena í Magdeburg
Føroyar - Spania 34-31 (21-10)
Endaliga støðan í bólkinum:
Føroyar 6
Spania 4
Japan 2
Angola 0
Sí eisini:
Elias: Ein tann besti hálvleikurin vit nakrantíð hava spælt
Pauli Jacobsen: - Tað er øgiliga surrealistiskt
Myndir: Føroyar - Spania
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald