Hondbóltur

Føroyar fara at leypa á við sjey frá byrjan

Tveir strikuspælarar, Rói Ellefsen á Skipagøtu á høgra bakki og Elias Ellefsen á Skipagøtu at stjórna álopsspælinum móti Spania - sjey móti seks í Magdeburg.

Føroysku spælararnir, saman við venjaratoymi, bíða eftir at sleppa at hita upp í GETEC Arena. Sum sæst spæla teir í hvítari blusu og reyðum shortsi í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku spælararnir, saman við venjaratoymi, bíða eftir at sleppa at hita upp í GETEC Arena. Sum sæst spæla teir í hvítari blusu og reyðum shortsi í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-23 18:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Magdeburg, Týskland (Portalurin) - Til bólkafinaluna móti Spania hevur føroyska venjaratoymi valt at gera tvær broytingar í byrjanaruppstillingini, í mun til hvussu byrjað er hinar dystirnar.

Hetta vátta teir fyri Portalinum ein lítlan tíma undan dystarbyrjan.

Ein er mann fyri mann, og hon er á høgra bakki: Rói Ellefsen á Skipagøtu byrjar inni á høgra bakki ístaðin fyri Kristoffur Bjørgvin, sum byrjaði móti Japan og Angola. Rói kom inn, tá umleið eitt korter var spælt í gjár. Ársins spælari í føroyskum manshondbólti spældi bakkin væl í álopsstøðu og kann gerast ein lykil í kvøld.

[object Object]
Rói Ellefsen á Skipagøtu í gjøgnumbroti av høgra bakki í gjár. Hann skoraði fýra mál og legði upp fýra ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

Her ber til at hoyra Róa greiða frá leiklutinum á høgra bakki, og hvat Føroyar skulu hugsavna seg um móti Spania

Hin brotyingin er í mun til hvussu nógvir menn eru á vøllinum frá byrjan. Ístaðin fyri at hava ein striku, spæla Ísak Vedelsbøl og Sveinur Olafsson báðir, og harvið verða Føroyar í sjey móti seks. Ísak og Sveinur manna eisini miðverjuna.

Elias Ellefsen á Skipagøtu fer at stjórna spælinum mitt fyri, og hann er tann, ið helst skal út fyri málverjan Paula Jacobsen til verjustøður. Pauli Mittún spælir á vinstra bakki sum útgangspunkt, tó at hann og systkinabarnið Elias fara at skifta eitt sindur um.

[object Object]
Elias á Skipagøtu hevur aftur lyklaleiklut í álopinum. Hann skoraði ellivu og legði upp til ellivu afturat í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum og Janus Dam Djurhuus, ið samanlagt skoraðu 17 mál í gjár, byrja aftur á ávíkavist høgra og vinstra vongi.

Ætlanin við yvirtalinum er, at Føroyar skulu stýra leikferðini og samstundis spara eitt sindur av orku í nøkrum støðum - tað kann gerast ein long kapping. Sambært venjaratoyminum hevur Spania ikki sæð so gott út í undirtalsverju.

Fyrsta bríksl í Magdeburg er klokkan 19.15. Spania og Føroyar eru víðari til høvuðsumfarið. Vinnarin í kvøld fær tvey stig við sær víðari. Føroyska U21-liðið spælir í dag í hvítari leikblusu og reyðum shortsi. Kringvarpið vísir dystin, og Portalurin hevur ymiskt tilfar úr GETEC Arena.

Sí eisini: 
Myndir: Føroysku fjeppararnir í Magdeburg eru spentir
Skulu stríðast við spaniólar um fyrsta plássið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder