Hondbóltur

Skulu stríðast við spaniólar um fyrsta plássið

Føroyar hava stóra uppgávu í kvøld: Evropameistararnir í árganginum skulu basast í Magdeburg fyri at gera vegin til stuttligu HM-plássini lættari.

Pauli Mittún var ein av teimum, ið spældi heilan dyst í gjár, tá Føroyar stríddu seg framvið Japan. Nú er talan um størri bita: Spania (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Mittún var ein av teimum, ið spældi heilan dyst í gjár, tá Føroyar stríddu seg framvið Japan. Nú er talan um størri bita: Spania (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-23 06:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Magdeburg, Týskland (Portalurin) - Eftir fyrstu uppgávuna móti Angola týsdagin, har eingin føroyskur spælari varð ovbyrjaður, hevði liðið næstan tvey samdøgur at fyrireika seg til uppgávuna móti Japan. Hóast japanar skoraðu heili 34 mál, so kom føroyski sigurin ongantíð veruliga í vanda.

Við tí úrslitinum, umframt sigrunum hjá Spania á Japan og Angola, er greitt, at Føroyar og Spania sum væntað eru víðari úr bólki D í HM-endaspælinum. Hetta merkir tó ikki, at sjóneykan kann setast á høvuðsumfarið í Hannover enn. Føroyar skulu spæla móti Brasil og Portugal sunnudagin og mánadagin, og pláss í fjórðingsfinaluni er tá uppá spæl.

Fyri at standa betri í mun til fjórðingsfinaluna, so er neyðugt at vinna í síðsta dystinum í innleiðandi bólkinum. Hann er í GETEC Arena í kvøld. Spania gjørdist evropameistari í fjør, so uppgávan hjá Føroyum er so langt frá lætt, sum hon yvirhøvur kann verða. Spaniólar høvdu ávísar trupulleikar við Angola í gjár men spardu eisini nakað í hesum dystinum.

[object Object]
Okkara bólkur verður spældur í GETEC Arena í Magdeburg. Hetta er heimavøllurin hjá Champions League-vinnarunum, pláss er fyri yvir 6.000 áskoðarum, og umstøðurnar eru heilt góðar (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Føroyski U21-hópurin, saman við lutfalsliga mongu áskoðarunum eftir sigurin á Japan í gjár. Ikki allir spældu so stóran leiklut í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Hesa ferð hava føroyingarnir ikki so langa hvílitíð, tað varð ikki skift líka nógv út móti Japan sum í fyrsta dystinum, og dysturin í gjár tyktiskt nakað harðari at spæla enn tann móti Angola. Tað hevur verið uppi og vent - í millum annað viðmerkingum undir sjónvarpsfrásøgnini fyrrapartin og í Trokpoddinum - um Føroyar munnu fara at spara ella rotera á ymsan hátt móti Spania, millum annað við at brúka Elias Ellefsen á Skipagøtu í minni mun. Hetta fyri at satsa uppá at vera heilt frískir til dystirnar í høvuðsumfarinum.

Sí eisini: Elias og Hákun vístu vegin og sítt virði

At Spania vinnur í kvøld er sannlíkt á ymsan hátt. Spaniólar eru sum nevnt evropameistarar, nógvir spælarar spæla á høgum stigi í heimlandinum, teir eru fysiskt ógvuliga sterkir og hava góða breidd í hópinum, umframt at teir hava eina gjøgnumgangandi skipan. Spania er eisini stórfavorittur hjá veddingarfyritøkunum til uppgerðina um fyrsta plássið í kvøld. Føroyar vunnu, tá londini hittust í U17-høpi í European Open fyri fýra árum síðani.

Um U21-liðið hjá Føroyum spælir upp ímóti sínum allarbesta, so er helst ein møguleiki at koppa spaniólum og nógv er at vinna, um man fær stig við í høvuðsumfarið. Tað kann eisini kosta megi og størri kropsliga byrðu undan næsta umfari, men um man velur at "satsa meira uppá næstu dystirnar", so liggja eggini meira í einari kurv: Um Føroyar ikki fáa stig við sær - og tað er støðan, um man ikki vinnur á Spania - so skal man vinna á bæði Brasil og Portugal fyri at hava møguleika at røkka fjórðingsfinaluni.

Mark Lausen-Marcher segði eftir dystin í gjár við Portalin, at man sum altíð fer eftir sigrinum. Málúrttøkan kann eisini fáa stóran týdning, so Spania skal í øllum førum ikki sleppa at vinna stórt á Føroyum í kvøld. Vinnarin fær tvey stig við sær víðari og sterkan viðvind til Hannover, so nógv er uppá spæl í Magdeburg í kvøld. Fyrsta bríksl er klokkan 19.15, og Kringvarpið vísir dystin.

Sí eisini - frá í gjár: 
Á veg víðari við nógvu málum í skjáttuni

Myndir: Føroyar - Japan U21

Video: Rói Ellefsen á Skipagøtu: Skulu brúka so at siga alla okkara orku í verjuni

Video: Hákun West av Teigum: Fari at royna at skora hvørja ferð í næsta dysti


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder