Hondbóltur

Video: Ikki ein ómøgulig uppgáva

Eingin betri máti at halda summarfrí uppá enn at samantvinna tað við hondbólti, sigur Anna Dam. Vit hittu eina spenta mammu, sum hevur vónir um heiðursmerki, undan bólkafinaluni móti Spania.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-23 18:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Magdeburg, Týskland (Portalurin) - Føroyar og Spania spæla um eina løtu um at vinna bólkin og harvið fáa tvey stig við sær yvir til HM-høvuðsumfarið.

Spennandi er um ungu føroysku menninir megna at basa sponsku evropameistarunum. Ein av teimum yvir 50 føroysku áskoðarunum er Anna Dam.

Hon er forkvinna í H71 og er mamma Janus Dam Djurhuus, ið er vinstri vongur.

[object Object]
Hoyvíkingurin Janus Dam Djurhuus er íslendskur meistari (Mynd: Sverri Egholm)

Anna setti orð á kensluna, tað at vera til slíkar kappingar og vónirnar frameftir, meðan føroysku áskoðarnir fyrireikaðu seg í GETEC Atena.

Dysturin byrjar kl. 19.15 og kann síggjast í Kringvarpinum.

Sí eisini:
Myndir: Føroysku fjeppararnir í Magdeburg eru spentir
Skulu stríðast við spaniólar um fyrsta plássið
Føroyar fara at leypa á við sjey frá byrjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder