Hondbóltur

Systkinabørnini saman: - Hetta er nakað heilt serligt

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Mittún seta orð á hvønn annan, serliga sambandið, tá teir hataðu hondbólt, og hví teir kunnu vinna HM-endaspælið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-24 23:14 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

Hannover, Týskland (Portalurin) - Fetini yvir til hornið í Swiss Life høllini í Hannover í kvøld eru heldur tung. Dysturin í gjár situr framvegis í beinunum, men lagnum bilar einki. Tað avdúka smílini og smáu skemtiligu og prikandi viðmerkingarnar beinanvegin.

Teir hava eisini orsøk til at vera troyttir og glaðir. Elias Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Mittún vóru millum teir, sum vóru í miðdeplinum í Magdeburg í gjárkvøldið, tá Føroyar sendu Spania av vøllinum við ongum og tóku tvey stig við víðari. Í yvir 40 minuttir sá tað út sum klassamunur - ungu føroyingarnir flongdu evropameistararnir við meistarligum og stinnum hondbólti: Elias stjórnaði yvirtalsspælinum, og Pauli gjørdi sum so eingi mistøk - báðir vístu eisini virði í verjupartinum saman við hinum ungu føroysku garpunum.

[object Object]Elias Ellefsen á Skipagøtu eru javngamlir og systkinabørn. Lagið var gott áðrenn dagsins styrkisvenjing (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Ein ógvuliga fegin føroyskur hópur eftir sigurin á Spania í bólkafinaluni (Mynd: Sverri Egholm)

Hóast unga aldurin hava teir roynt nógv í hondbólti, og Pauli og Elias sláa kalt vatn í blóðið: Nú snýr tað seg bert um Brasil, ið er fyrra mótstøðuliðið í høvuðsumfarinum. Mentala fokusi, ið málmansvenjarin og mentalvenjarin Jens á Skipagøtu er við at skapa saman við spælarunum, hevur stóran týdning í slíkum kappingum.

Hesir menninir eru tó ikki bangnir fyri at seta orð á stóra dreymin og møguleikan at vinna alt í Týsklandi: Tað er meira sannlíkt, at vit gera tað, enn at vit ikki gera tað, slær HM-toppskjúttin fast, og báðir staðfestu, at Føroyar kunnu vinna á øllum - tað vísti liðið so seint sum fríggjakvøldið 23. juni 2023.

Sí eisini: 
Elias: Ein tann besti hálvleikurin vit nakrantíð hava spælt
Pauli: Er nú 2-0 móti Spania - heilt perfekt

Hoyvíkingarnir eru vaksnir upp saman. Teir eru føddir í 2002, og tá stóð Hoyvíkshøllin til reiðar at taka í nýtslu. Tað var tó ikki fyrenn man kom inn í næsta áratíggju, at hesir báðir veruliga fóru at brúka tíðina væl har.

- Vit vildu heldur telgja og sovorit løgið heldur enn at spæla hondbólt, sum vit hataðu tí einu tíðina, sigur Pauli Mittún.

Hetta var heilt tíðiliga, tá systkinabørnini onkutíð goymdu seg heldur enn at venja. Hugurin kom, og málsetningarnar ið vóru settir vóru ikki við mýkindum:

Man vil vera best - í heiminum - og teir báðar næstu dagarnar spæla Elias, Pauli og hinir fyri HM-fjórðingsfinalu í Hannover. At seta føroyska yvirleggjaran uppaftur hægri.

Eftir samrøðuna styrkisvandu teir í Swiss Life Hall, har dystirnir móti Brasil og Portugal verða spældir. Hetta saman við teimum, ið spældu mest móti Spania. Í annaðkvøld klokkan 17 herja teir á aftur.

Sí eisini: 
Nú snýr tað seg um høvuðsumfarið í Hannover

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder