Hannover, Týskland (Portalurin) -Tríggir dystir og tríggir sigrar. Hetta er úrttøkan hjá føroyska U21-landsliðnum í HM-endaspælinum í Týsklandi higartil. Fyrsta plássið í innleiðandi bólkaspælinum merkir, at Føroyar fáa tvey stig við sær víðari til høvuðsumfarið í Hannover. Til ber at lesa meira um "roknistykki" har á leinkjuni niðanfyri.
Les eisini: Nú snýr tað seg um høvuðsumfarið í Hannover
Tað er helst eingin, sum hevur fylgt føroyskum hondbólti seinastu árini, ið undrast yvir, at Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum hava spælt lyklaleiklut - serliga í føroyska álopsspælinum. Teir skulu til Bundesliguna skjótt, spælskiparin til THW Kiel og høgri vongurin til Füchse Berlin, og báðir skulu spæla væl, um Føroyar skulu koma langt í hesari kappingini.
Higartil hava teir víst seg væl fram. Báðir vóru 100 prosent, hvat skotum viðvíkur í dystinum móti Angola, tá teir bert spældu í 18 minuttir. Móti Japan fingu báðir ellivu mál, og Hákun var aftur javnsettur toppskjútti í gjárkvøldið, tá Føroyar koppaðu sponsku evropameistarunum. Elias skoraði sjey ferðir, og legði annan dystin á rað upp til tvísiffrað tal av málum.
Hákun West av Teigum skorar her uppá eitt av sínum tíggju skotum móti Spania (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Elias: - Ein tann besti hálvleikurin vit nakrantíð hava spælt
Hákun: Fari at royna at skora hvørja ferð í næsta dysti
Eingin hevur skorað fleiri enn 26 mál í kappingini higartil. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur júst 26 mál, og harvið beint undir níggju mál í miðal fyri hvønn dyst. Júst tað sama hevur japanski Naoki Fujisaka - vinstri bakkurin, sum spældi væl móti Føroyum. Teir báðir eru javnsettir toppskjúttar higartil.
Hákun West av Teigum hevur júst átta mál í miðal fyri hvønn dyst. Høgri vongurin úr Hoyvík hevur skorað 24 mál og er harvið á 3. plássi á toppskjúttalistanum fyri bólkaspælið. Hann hevur eitt nakað hægri prosenttal enn Elias á Skipagøtu.
Almenni listin við tveimum føroyingum í topp-trý (Mynd: Handball World)
Les eisini: Elias og Hákun vístu vegin og sítt virði
Føroyar spæla móti Brasil í annaðkvøld klokkan 17. Higartil hevur liðið skorað 107 mál - sí hagtøl hjá Hákuni og Eliasi niðanfyri:
Elias Ellefsen á Skipagøtu: 26 mál (6 brotskøst), 38 skot = 68 prosent
Hákun West av Teigum: 24 mál (2 brotskøst), 30 skot = 80 prosent
Hondbóltur
Elias er javnsettur HM-toppskjútti eftir bólkaspælið
Føroyski spælskiparin hevur skotið 26 mál í trimum dystum. Hákun West av Teigum er eisini í topp-trý samanlagt við 24 málum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skorað beint undir níggju mál í miðal higartil - nú skal hann eisini ganga á odda í Hannover (Mynd: Sverri Egholm)
2023-06-24 17:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald