6. juni fer nýggj EM-undankapping hjá U21-landsliðnum í gongd. Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður á Svangaskarði á Toftum, har okkara ungu menn taka ímóti Kasakstan.
Eli Hentze er framvegis høvuðsvenjari, og Hegga Samuelsen er hjálparvenjari. Teir hava tikið 20 leikarar út til komandi uppgávuna. Fleiri av hesum ganga aftur frá seinastu undankapping, men har eru eisini leikarar, sum eru nýggir í U21-landsliðshøpi; m.a leikarar úr 2000-árganginum.
Ein av hesum er Lukas Grenaa Giessing. Hann og tveir aðrir hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti. Mads B. Mikkelsen er á fyrsta sinni úttikin til eitt føroyskt landslið.
U21-Hópurin:
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre IF (DAN)
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Daniel Johansen, HB
Pætur Hentze, NSÍ
Hugin Samuelsen, B36
Ólavur Niclassen, KÍ
Janus Svabo Samuelsen, Skála
Jákup B. Andreasen, KÍ
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DAN)
Petur Knudsen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Stefan Radosavljevic, TB
Pætur Petersen, HB
Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (DAN)
Gilli Samuelsen, B36
Adrian Justinussen, HB
Steffan Løkin, EB/Streymur
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Kasakstan verður á Svangaskarði á Toftum hósdagin 6. juni klokkan 17:00. FSF upplýsir, at tað er ókeypis atgongd til dystin.
Hini londini í bólkinum eru Montenegro, Norðurmakedónia, Ísrael og Spania.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald