Tað er dystur nummar tvey hjá báðum liðunum. Í juni taptu bæði fyri Kasakstan á heimavølli (Føroyar 1-3) og (Montenegro 1-2), og tí skulu bæði liðini á ein hátt reisa seg.
Les eisini: Føroyskt vónbrot á Svangaskarði
Føroyska liðið hevur fyrireika seg væl síðani týsdagin í Montenegro. Tað hevur verið heitt, men hitin burdi ikki ávirkað í Niksic í kvøld. Dysturin verður leiktur klokkan 20 lokala tíð, 19 føroyska tíð.
(Føroyski hópurin til venjing í Podgorcia mikudagin - Mynd: FSF)
Føroyska liðið er greitt undirtippað men er við gott mót:
- Síðsta hond er løgd á fyrireikingarnar, og nú er bara at bíða eftir dystinum. Vit eru klárir, sigur Eli Hentze.
Landsliðsvenjararnir hava nú sett liðið. Talan verður um eina 4-5-1/4-3-3 leikskipan.
Føroyska liðið: Rói Zachariassen - Ari Olsen, Bjarni Petersen (L), Ólavur Niclassen, Daniel Johansen - Petur Knudsen, Janus Svabo Samuelsen, Magnus Holm Jacobsen (tann aftasti á miðvøllinum), Jákup Biskopstø Andreasen, Lukas Greena Giessing - Stefan Radosavljevic
Eykaspælarar eru: Silas Eyðsteinsson, Victor Emil Boje Henriksen, Bjarki C. Nielsen, Mads B. Mikkelsen, Pætur J. Petersen, Hannes Agnarsson og Hugin Samuelsen.
U21 EM-undankapping - bólkur 6
06.09, Niksic City Stadium
(Kl.19): Montenegro - Føroyar
Til ber at fylgja gongdini á heimasíðuni hjá UEFA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald