Hann er fastur maður og ein umráðandi maður hjá EB/Streymi. 22-ára gamli miðverjin er varaliðformaður og hevur nú yvir 100 dystir á baki í Betrideildini.
Mikkjal Hellisá hevur framvegis ikki spælt nakran U21-landsdyst men hevur sitið á bonkinum til nakrar dystir seinastu trý árini. Seinast sterki verjuspælarin úr Haldórsvík spældi landsdystir var við U17-landsliðnum í 2018.
Nú fær Mikkjal møguleikan at koma við U21-landsliðnum aftur - hetta er fyrstu ferð í ár, at hann skal við.
Mikkjal Hellisá varð annars ikki úttikin í fyrstu syftu. Eitt pláss stóð opið í hópinum, tá Eyðun Klakstein avdúkaði hann mánadagin.
Her hevur hevur uttan iva verið bíðað eftir boðum viðvíkjandi Áka Johannesen. Sum tað varð alment fyrrapartin, hevur Áki Johannesen fingið eitt brot í fótin. Toftamaðurin hevur verið fastur á U21-landsliðnum seinastu árini, tá hann hevur verið tøkur.
Samuel Johansen Chukwudi er á A-landsliðnum og tí ikki tøkur hjá U21-landsliðnum.
Hópurin til tær báðar næstu uppgávurnar hjá U21-landsliðnum (Mynd: Televarpið/FSF)
Fýra dystir eru eftir í EM-undankappingini hjá U21 - harav tríggir á heimavølli. Dysturin í Kroatia 5. september verður harvið seinasti útidysturin hjá U21-landsliðnum í hesari undankappingini. Føroyar taptu 4-2 í heimadystinum móti Kroatia í fjør. Grikkaland vitjar 10. septeber - grikkar vunnu 3-0, tá liðini hittust í november.
Sí eisini: U21 við spennandi hópi til stórar dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald