Fótbóltur

U21: Skulu aftur royna seg móti Spania

Føroyingar spældu ein góðan dyst, tá spaniólar vitjaði í farna mánaði. Í kvøld tekur oddaliðið í bólkinum ímóti í góðu umstøðunum í Marbella.

Petur Knudsen og hinir á føroyska liðnum stóðu seg væl ímóti Spania seinast (Mynd: Bjarni Enghama)

Petur Knudsen og hinir á føroyska liðnum stóðu seg væl ímóti Spania seinast (Mynd: Bjarni Enghama)

2020-11-12 13:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frítíðarstaðið í Andalusia í sunnara parti av Spania verður í kvøld karmur um dystin millum topp og botn í bólki 6 í EM-undankappingini fyri U21-landslið.

Føroysku leikararnir komu til staðið mánakvøldið, og teir lata heilt væl at umstøðunum og eru uppsettir at prógva, at hóast 16 stig eru ímillum liðini, so kunnu Føroyar aftur geva spaniólum ein skarpan gang.

Tað gjørdu Føroyar á Tórsvølli fyri einum mánaði síðani, tá Spania ikki fekk hol á, fyrrenn AC Milan-leikarin, ið er útleiðagur frá Real Madrid, Brahim Diaz varð skiftur inn. Føroyar høvdu sínar málmøguleikar, men Diaz lukkaðu dystin í yvirtíðini.

[object Object]
Mynd: Bjarni Enghamar

Føroyska U21-landsliðið hevur sæð gott út undir Sámal Erik Hentze. Í september vunnu Føryar 3-1 á Svangaskarði á Ísrael og spældi upp ímóti Norðurmakedónia (1-2). Fimm dagar eftir dystin móti Spania í oktober vunnu Føroyar 1-0 á Montenegro á Svangaskarði. Dysturin í kvøld verður higartil truplasta uppgávan.

Tað eru upp ímóti 19 hitastigum í løtuni í Marbella, men hiti burdi ikki ávirkað í kvøld. Dysturin veðrur bríkslaður í gongd klokkan 19 lokala tíð - 18 føroyska tíð. Sum skilst ber ikki til at stroyma hann.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder