Fótbóltur

U21: Skulu reisa seg ímóti Sveis

Føroyar taptu 6-0 fríggjakvøldið - klokkan 18 er Sveis á skránni á Tórsvølli í lykladysti í bólkinum. FM1 sigur frá dystinum.

Frakland var alt ov sterkt, men Føroyar eru framvegis á odda í bólkinum og kunnu leggja størri trýst á sveisar í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Frakland var alt ov sterkt, men Føroyar eru framvegis á odda í bólkinum og kunnu leggja størri trýst á sveisar í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-14 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sveis stendur sum stórfavorittur til uppgerðina hjá veddingarfyritøkunu, og gestunum tørvar stig á Tórsvølli.

Sveis hevur spælt tveir dystir færri enn Føroyar í EM-undankappingini men spældi javnleik á heimavølli móti Ísland fríggjadagin. 

Tað er bert eittarin í bólkinum, sum kemur til EM-endaspælið í 2027, meðan tvey'arin skal spæla play-off. Frakland er eftir øllum at døma greitt sterkasta liðið í bólkinum og vann í gjár 6-1 á Estlandi. Tað á pappírinum næststerkasta, Sveis, sær í løtuni út til at fara at kappast við fyrst og fremst Føroyar um 2. plássið.

[object Object]
Heini Fossdalsá Sørensen bjóðar av móti Fraklandi. Fyrstu umførini vísti hetta liðið av álvara, at man kann bjóða av í hesum (Mynd: Sverri Egholm)

Ungu føroyingarnir hava sleikt sárini, eftir at teir als ikki vóru við í dystinum móti Fraklandi fríggjadagin. Teir hava tó avrikað ógvuliga væl í hinum undankappingardystunum, og sjálvsáltið frá teimum trimum sigrunum man framvegis sita.

Sí eisini: Jákup Vilhelmsen: - Frakland er nógv tað besta landsliðið eg havi spælt ímóti

Helst vera onkrar broytingar á føroyska liðnum í dag. Dysturin á Tórsvølli byrjar klokkan 18. FM1 sigur frá honum - til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

Undankappingin til EM 2027
Týsdagin 14. oktober á Tórsvølli
18.00: Føroyar - Sveis 

Støðan í bólkinum
1. Føroyar 9 stig (4 dystir)
2. Frakland 6 stig (2 dystir)
3. Sveis 4 stig (2 dystir)
4. Ísland 2 stig (3 dystir)
5. Estland 2 stig (5 dystir)
6. Luksemborg 1 stig (2 dystir)

Klokkan 17.55 sita Pætur Nolsøe og Jóan Pauli Jakobsen til reiðar á Tórsvølli at siga frá spenanndi dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder