Tað verður talan um ein serstakan dyst, tá U21-landsliðið hjá krígsherjaða landinum spælir í Føroyum í kvøld.
– Umframt at vera eitt fantastiskt spæl har vit dystast um stigini, so hevur fótbóltur eisini eina savnandi megi, sum vit sjálvandi ynskja at brúka í hesum førinum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Í samband við dystin á Tórsvølli vil FSF og U21 landsliðið nýta høvið til at vísa samhuga við ukrainska fólkinum, og áskoðarainntøkurnar fyri dystin verða latnar Reyða krossi til hjálpararbeiðið hjá felagsskapinum í samband við kríggið í Ukraina - ukreinar í Føroyum eru eisini bodnir til dystin.
Støðan í bólkinum er tann, at Ukreina er á 2. plássi, ið gevur atgongd til play-off dyst, um at sleppa til EM. Orsakað av krígsstøðuni hevur liðið spælt tveir dystir færri enn Føroyar, ið eru fýra stig aftanfyri.
Eftir flotta føroyska sigurin í Norðurmakedónia síðst í mars sást ein møguleiki fyri einum 2. plássi, tí tá var støðan hjá ukreinska liðnum ógvuliga ivasamt. Liðið heldur tó fram og hevur fýra dystir eftir.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/06/01/890x590/1654076358o4qmxhtvmj.jpg)
Sámal Erik Hentze til venjingina mánadagin (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
Um Føroyar framvegis skulu hava ein veruligan møguleika at fáa 2. plássið krevst ein sigur í kvøld, og hóast hendan stóra uppgávan skuldi verið loyst, er víðari luttøka framvegis ógvuliga ósannlík.
Liðið hjá Sámal Erik Hentze kann tó næstu vikuna javnað, ella fara framvið, U21-metinum frá undankappingini til EM 2011, sum er 11 stig.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli í kvøld verður klokkan 18. Dysturin sæst hjá Televarpinum. FM1 hevur beinleiðis frásøgn - vit hava beinleiðis dagføring á forsíðuni, myndir frá dystinum og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald