Coronavirusið hevur gjørt sítt inntriv í Evropa og í fótbóltsheiminum, og tað hevur fingið nógv at seta spurnartekin við, um EM hjá monnum í fótbólti kann fara fram eftir ætlan í summar.
Í gjár gingu søgur um, at fleiri fótbóltssambond høvdu biðið UEFA útseta stóru kappingina. Tað, at endin av kappingarárinum í fleiri evropeisku deildunum helst verður ávirkaður av virusinum, gjørdi eisini sítt til, at miðlar tóku søguna upp.
UEFA hevur í dag avsanna søgurnar, og sagt at einki hald er í teimum – evropeiska fótbóltsamgongan hevur ikki fingið nakra fráboðan ella ynski um, at EM skal flytast.
UEFA staðfestir í tíðindaskrivi, at støðan verður tikin í størsta álvara, og at vakið eyga verður hildið við henni. UEFA samskiftir eisini javnan við Heimsheilsustovnin (WHO) og myndugleikarnar í ymsu londunum um Covid-19.
Í gjár kom aftur fram, at møguleiki er fyri, at olympisku leikirnir í Tokyo, møguliga ikki verða hildnir í summar eftir ætlan.
Í kvøld spæla PSG og Borussia Dortmund uttan áskoðarar í París. Nakrir av dystunum í Europa League í morgin verða leiktir við tómum áskoðaraplássum, og dystirnir Milan - Getafe og Sevilla - Roma eru útsettir. Spanska felagið ynksti ikki at fara til Lombardíi í Italia, ið økið ið er harðast rakt av coronavirusinum. Roma-ferðalagið fór heldur ikki Spania. Mynugleikarnar í Sevilla vildu ikki loyva tí - Spania hevur steðgað allari flúgving til og frá Italia.
Fótbóltur
UEFA: - Eingin hevur sett ynski fram um at útseta EM
Fótbóltssamgongan avsannar, at tað í løtuni liggur í kortunum, at EM heldur verður leikt í 2021.
Aleksander Ceferin er forseti í UEFA
2020-03-11 16:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald