Í óásetta tíð verður ikki gjørligt hjá fótbóltsfeløgumfeløgum úr Ukraina og Hvítarusslandi at enda í bólki saman í kappingum hjá Evropeisku Fótbóltssamgonguni (UEFA).
Í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina 24. februar tók UEFA í mars avgerð um, at ongar dystir skuldu spælast í Hvítarusslandi, av tí at landið hevur hýst russiskum hermonnum, sum eru í krígnum í Ukraina.
Avgerð er so tikin um, at ukrainsk og hvítarussisk feløg ikki kunnu enda í sama bólki, sum verða avgjørdir við lutakasti.
Avgerðin er tikin fyri at tryggja, at kappingarnar hjá UEFA verða avgreiddar uttan trupulleikar, upplýsir UEFA sambært Ritzau.
Russisk feløg eru fullkomiliga útihýst úr kappingunum. Fleiri russisk feløg hava tó kært hesa avgerðina til Altjóða Ítróttardómstólin (CAS).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald